Hondbóltur

Nú stendur á jøvnum

Sävehof vann í gjár fjórðu uppgerðina móti Kristianstad um svenska meistaraheitið. Liðið hjá Eliasi og Óla spælir mánadagin fimtu og avgerandi finaluna.

Elias Ellefsen á Skipagøtu (Savnsmynd)

Elias Ellefsen á Skipagøtu (Savnsmynd)

2023-05-28 12:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sävehof og Krisianstad spældu í gjár fjórðu finaluna um svenska meistaraheitið. Undan uppgerðini var 2-1 til Kristianstad í finalusigrum, og tískil máttu Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og hinir í Sävehof vinna fyri at halda lív í vónini um gull.

Og tað eydnaðist. Sävehof vann á heimavølli í Partille 30-28, og tískil stendur á jøvnum 2-2 í finalusigrum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu fór út við skaða í høvdinum í aðru finaluni, og var ikki við í triðju finaluni. Men í gjár var spælskiparin aftur á vøllinum, og hann fekk fýra mál. Óli Mittún gjørdi trý mál.

Mánakvøldið klokkan 18:10 føroyska tíð verður fimta og avgerandi finalan.

Sävehof - Kristianstad 30-28 (12-13)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder