Fótbóltur

Nú verður nýggja ítróttarhúsið innilokað

Sunda kommuna hevur gjørt sáttmála um arbeiðið at inniloka bygningin við fótbóltsvøllin við Margáir og gera bygningin liðnan uttan.

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-06-18 16:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sunda kommuna hevur gjørt sáttmála við Sp/f Müller í Kvívík um arbeiðið at inniloka bygningin við fótbóltsvøllin við Margáir og gera bygningin liðnan uttan. Við í arbeiðnum er eisini tak yvir øll tey verandi og tey nýggju sitiplássini umframt klæðing, vindeygu og annað.

Trý tilboð komu inn uppá arbeiðið, sum varð boðið alment út. Sp/f Müller átti tað lægsta, sum var uppá kr. 4.820.457 uttan mvg. Hini vóru uppá ávikavist kr. 5.777.000 og kr. 4.899.893 uttan mvg.

Arbeiðið er byrjað og verður liðugt í heyst. Í summar verða eisini nýggj tíðarhóskandi vallarljós uppsett, skrivar Sunda kommuna.

Arbeiðið darvar nakað virksemi í húsinum og tí er frítíðarskúlin fyribils fluttur yvir í Hvalvíkar skúla at húsast. Væntandi verður arbeiðið liðugt síðst í árinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder