Spennandi verður at síggja hvussu Ongland og Belgia fara at spæla í kvøld, tá avgerast skal hvør endar á fyrsta plássið í bólki G. Vanliga er best at enda á fyrsta plássi í bólkinum, men nógv tíðir á, at tað ikki er støðan í kvøld.
Orsøkin er tann, at vinnarin av bólkinum skal spæla móti vinnaranum av Meksiko og Brasilia, um landið kemur víðari til kvartfinaluna. Og tað munnu verða fá, sum ynskja at møta Brasilia.
Ongland og Belgia hava bæði 6 stig áðrenn dystin í kvøld og somu málúrtøku. Fari Play reglarnir gera, at Ongland í løtuni er á fyrsta plássi.
Nummar tvey í bólkinum skal spæla móti Svøríki ella Sveis, um landið megnar at koma til kvartfinaluna. Og hetta meta tey flestu verða meiri ynskiligt.
Liðini, sum vinnarin av bólki G kann møta eru:
Áttandapartsfinalan: Kolumbia (FIFA styrkispláss 16), Japan (61) ella Senegal (27)
Kvartfinalan: Meksiko (15) ella Brasilia (2)
Hálvfinalan: Uruguay (14), Portugal (4), Frakland (7) ella Argentina (5).
Nummar tvey í bólki G kann møta:
Áttandapartsfinalan: Kolumbia (16), Japan (61) ella Senegal (27)
Hálvfinalan: Svøríki (24) ella Sveis (6)
Dysturin millum Ongland og Belgia verður spældur kl. 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald