Hondbóltur

Fimta finalan ávegis: H71 helt finalurøðina á lívi við greiðum sigri

Nærum hamskift lið, í mun til sunnudagin. Eingin steðgaði Briani Slyne og eingin ivi á kvøldinum. Fimta og púra avgerandi finalan hjá monnum verður á Hálsi leygarkvøldið.

Eftir tveir sigrar á rað til Kyndil var H71 greitt omaná í fjórðu finaluni í kvøld. Harvið er 2-2 í dystum (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir tveir sigrar á rað til Kyndil var H71 greitt omaná í fjórðu finaluni í kvøld. Harvið er 2-2 í dystum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-30 21:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kyndil kundi í kvøld tryggjað sær sítt fyrsta føroyameistaraheitið á manssíðuni síðani 2007. Tað vóru tær í grønum tó ongantíð nær við at gera. Til tess var H71 ov sterkt á degnum, meðan Kyndil sjálvdan fekk síni ting at koyra eftir vild í Hoyvíkshøllini.

Úrslitið 34-31 lýgur eisini nakað, tí tað var 34-25, tá seks minuttir restaðu í. Kyndil skoraði tey seinastu seks málini, tá alt var avgjørt, og hoyvíkingar spardu nógv. Annars var tað eingin í svørtum og reyðum, sum spardi seg nakað á degnum.

H71 legði fyri sum eitt óløgi og serliga Brian Slyne. Hann byrjaði illa á Hálsi sunnudagin og sat síðani fyri tað mesta á bonkinum. Í dag skoraði nummar 63 fimm av teimum fyrstu seks málini hjá H71 og sjey mál teir fyrstu 16 minuttirnar. Talan var um eitt sterkt liðavrik hjá hoyvíkingum, eftir eina væl til rættis lagdari ætlan frá bonkinum. Men til tíðir vóru tað eisini veruliga einmansavrik frá Briani Slyne, sum spældi við øðiligari ferð, nógvum fysikki og fleiri flottum málum og fríspælingum.

[object Object]
Brian Slyne spældi eina framúr finalu í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Samanlagt skoraði Brian 13 mál og var uttan iva dagsins maður. Síðumaður hansara Høgni Heinason fekk eisini nógva ferð og veruliga dygd í, og Rókur Ziskason spældi ógvuliga væl á høgra bakki og í miðverjuni. Jákup Egholm skoraði, tá hann fekk møguleikan; var tað við brotskasti ella spískt av vonginum - Kyndil gav honum ikki nógv pláss. Í málinum høvdu ymisku málverjarnir, serliga Tóraldur Kollsker sínar løtur. 

Sum heild eydnaðist ætlanin hjá H71 við at fáa nógva ferð á og koma rundanum Kyndil, væl.  Verjan hjá Kyndli gav H71 nógv høvuðbrýggj í triðju finaluni, men nú var gongd á og heimaliðið fór veruliga frá í 1. hálvleiki. Tað snúði seg sanniliga eisini um hugburðin og útstrálingina.

Munurin var seks mál í steðginum. Síðani kom Tobias Thisen veruliga í gongd, og Kyndil hótti nakrar ferðir við at koma so mikið nær, at tað kundi verið spennandi. So varð tó ikki og H71 fer inn til heilt avgerandi dystin við stórum sjálvsáliti. Nú er man ein sigur frá at endurvinna FM-heitið.

Kyndil skal reisa seg aftur. Hjalti Mohr Jacobsen royndi nógv ymiskt í kvøld, men tað er 2-2 í dystum nú, og tað merkir, at leygarkvøldið verður lagnustund. Fimta og avgerandi FM-finalan verður spæld á Hálsi 3. mai klokkan 18. 

4. FM-finalan hjá monnumnnum
Hoyvíkshøllin, mikudagin 30. apríl
H71 - Kyndil 34-31 (19-13) 2-2 í dystum

Toppskjúttar: Brian Slyne (H71) 13 mál, Tobias Thisen (Kyndil) 12 mál

Sí dómaraseðil her

Talan verður um ein stóran hondbóltsdag á Hálsi leygardagin, tí kvinnuliðini hjá felagnum spæla triðju FM-finalu sína klokkan 15.30. H71 kann tryggja sær FM við sigri. Menninri spæla klokkan 18.

Sí eisini: H71 hevur nú stóran fyrimun í finalurøðini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder