Fótbóltur

Nýggi landsliðsvenjarin verður kunngjørdur í dag

Tað verður á tíðindafundi í FSF-húsinum klokkan 17. A-landsliðið hjá kvinnum hevur havt tvær tungar undankappingar farnu árini og skal í heyst undir eina nýggja.

Avloysarin hjá John Petersen er funnin (Mynd: Sverri Egholm)

Avloysarin hjá John Petersen er funnin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-26 12:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir farnu EM-undankapping takkaði John Petersen fyri seg sum høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, og harvið gjørdist greitt at nýggjur landsliðsvenjari skuldi setast.

Nú hevur Fótbóltssamband Føroya funnið fram til viðkomandi og fer í dag at undirskriva sáttmála við nýggja venjaran.

Í samband við at  A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum verður settur, verður skipað fyri tíðindafundi í FSF húsinum í dag klokkan 17.

Føroyar fingu null stig og eitt mál í átta dystum í farnu EM-undankapping. 42 mál fóru ígjøgnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder