Tað hevur tikið sína tíð, serliga tá hugsað verður um søguliga góðu úrslitini í fjør og útsagnirnar hjá FSF-forsetanum á aðalfundinum.
Eyðun Klakstin staðfesti eisini á tíðindafundi, í sambandi við landsliðsúttøku í mai, at samband hevði verið millum partarnar, og síðani fóru samráðingar í gongd.
Og nú frættist, at tær eru við at koma undir land: At Fótbóltssambandið og Eyðun Klakstein formliga fara at leingja sáttmálan, sum stendur til at ganga út við ársenda.
Portalurin hevur fingið upplýst frá fleiri keldum, at so at siga alt er uppá pláss, og at nýggjur sáttmáli verður gjørdur fyri næstu árini. Sum skilst er tað mest sannlíkt ein sáttmáli, ið verður galdandi til og við 2028.
![]()
Eyðun Klakstein og Christian Andreasen á tíðindafundi 14. februar 2025. Tá varð tvey-ára sáttmáli gjørdur - nú verður skjótt ein nýggj avtala kunngjørd
Eyðun Klakstein tók fyribils við, eftir at Håkan Ericson varð koyrdur til hús á heysti í 2024. Síðani hava Føroyar spælt 15 dystir og hava vunnið átta, harav fimm kappingardystir.
Fyrst helt manslandsliðið sær í Nations League deild C, nakað sum kann vísa seg at vera ógvuliga týðandi, og í 2025 høvdu Føroyar sína bestu undankapping higartil: Tólv stig, harav minniligir og søguligir heimasigrar á Montenegro og Kekkia í HM-undankappingardystum á Tórsvølli í oktober.
Nógvar góðar løtur á Tórsvølli í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Talan hevur verið um eitt toymi við royndum frá føroyskum fótbólt, og royndum aðrastaðni frá, og nógv bendir á, at alt venjaratoymið ella stórur partur av tí heldur fram.
Í øllum førum nærkast ein nýggj avtala við Atla Gregersen, hjálparvenjara av álvara. Atli og Eyðun hava arbeitt tætt saman á U21-landsliðsnum áðrenn og tykjast at hóska ógvuliga væl saman.
![]()
Eyðun og Atli á Tórsvølli saman (Mynd: Sverri Egholm)
![]()
Eyðun Klakstein og Magni Mohr á Gibraltar (Mynd: Sverri Egholm)
Magni Mohr hevur seinastu árini verið kropsligur venjari og Geza Turi málverjuvenjari. Ungi Saltnesmaðurin Jákup Reinert Højgaard kom inn sum greinari, tá Eyðun Klakstein fyribils tók við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald