2022-11-12 19:49
Á middegi í dag læt nýggja venjingarmiðstøðin upp í Páls Høll í Vági. Heilt fitt av fólki vitjaðu, tá dyrnar lótu upp, skrivar Vágs kommuna.
Talan er um eina nýggja, lokala fyritøku við navninum “Styrki Fitness”, sum verður rikin av Sigurð Marner Simonsen, Hjørdis R. Simonsen, Anitu R. Nysted og Johannes Nysted. Venjingarmiðstøðin heldur til at fyrstu hædd í Páls Høll.
Hølið er 240 m2 og øll venjingarútgerðin er nýggj. Umframt venjingarhølið, so deilir Styrki Fitness umklæðingarhølir við Páls Høll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald