Hondbóltur

Nýggja sølan byrjar klokkan 10

Tríggir túrar til Berlin og tríggir túrar til Føroyar aftur - hetta er tað, sum Atlantic Airways hevur ásett, eftir at teir fyrstu umleið 2.000 flogferðaeðlarnir vórðu seld í gjár.

Føroyska liðið fer at fáa lutfalsliga stóran stuðul til EM-endaspælið, og um trý flogfør afturat verða fylt, so ferðast beint yvir 2.000 áskoðarar beinleiðis til og frá Berlin í samband við EM (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið fer at fáa lutfalsliga stóran stuðul til EM-endaspælið, og um trý flogfør afturat verða fylt, so ferðast beint yvir 2.000 áskoðarar beinleiðis til og frá Berlin í samband við EM (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-31 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gekk ikki ein hálvur tími, so vóru tvær ferðirnar 1.044 "hondbóltsatongumerki" seld í gjár. Tað verða yvir 2.000 føroyingar í Berlin í januar 2024, í samband við at føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla EM-endaspæl. 

Í fyrstu syftu vórðu seks flogtúrar úr Føroyum og tað sama úr Berlin settir til sølu. Ásannað varð seinnapartin í gjár, at nakrir túrar afturat skjótt skuldu setast á.

Les eisini: Umleið 2.000 atgongumerki skrødd burtur

Í tíðindaskrivi í gjár staðfesti Atlantic Airways hetta.

- Hatta gekk skjótt. Tað kann ikki sigast annað enn, at tað er gravgangur eftir at sleppa til Berlin at stuðla føroyska hondbóltslandsliðnum til EM-endaspælið í januar 2024.

Gjørt varð av, at seta seks flogferðir á afturat - tríggir úr Vágunum og tríggjar úr Berlin. Talan er um ymiskar fráferðadagar úr Vágunum, harav tveir eru beint áðrenn kappingarbyrjan, og ein er 13. januar. Sølan til "nýggju flogførini" byrjar í dag, mikudagin 31. mai klokkan 10.00.

Flogtíðirnar verða hesar:

Føroyar – Berlin:
09. januar 2024 kl. 16.25
10. januar 2024 kl. 17.00
13. januar 2024 kl. 09.00

Berlin – Føroyar:
14. januar 2024 kl. 14.00
17. januar 2024 kl. 11.25
17. januar 2024 kl. 19.15

Dystirnir hjá Føroyum í bólkaspælinum verða spældir 11., 13. og 15. januar 2024. Sostatt ber til at seta ferðina saman soleiðis, at tað ber til at fáa allar dystirnar við, men eisini soleiðis, at ein fær tveir av teimum trimum dystunum við.

Í mun til atgongumerki til sjálvar dystrinar, so er útselt í føroyska bólkinum av høllini, um ein vil keypa til allar tríggjar dystirnar saman. Til ber at keypa atgongumerki til einstakar dystir á tickets.eurohandball.com, og at lesa meira um hetta á hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder