Fótbóltur

Nýggja starvsnevndin havt fyrsta fundin

Mánadagin hevði nýggja starvsnevndin hjá FSF fyrsta fundin, og millum annað vórðu undirnevndirnar mannaðar av nýggjum.

(Mynd: Hans Erik Danielsen)

(Mynd: Hans Erik Danielsen)

2023-03-01 12:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Leygardagin 18. februar var árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya í Trinstovuni í nýggja bygninginum á vestursíðuni á Tórsvølli. Á skránni var millum annað val til starvsnevndini. Trý fólk stóðu fyri vali, og tá avtornaði vórðu Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen vald í nevndina.

Og farna mánadag, sum var 27. februar, hevði nýggja starvsnevndin fyrsta fundin. Umframt tey nývaldu, sita Christian Andreasen, Róin Schrøter, Fríðin Ziskason og Rúni Herup Olsen í nevndini hjá FSF.

Á fyrsta fundinum vórðu kappingarreglurnar og leikarareglugerðin, umframt aga- og etiskareglugerðin, sum koma í gildi áðrenn kappingarbyrjan í ár, samtyktar. Harafturat vórðu ymisk praktisk viðurskifti fingið upp á pláss, og síðan blivu ymsu undirnevndirnar mannaðar av nýggjum.

Smávegis broytingar eru framdar, og aðrar broytingar verða dagførdar í næstum. Millum annað er avgjørt, at talið á limum í undirnevndunum – undantikið fíggjarnevndin – verður hækkað úr trimum upp í fimm limir, og at tríggir av limunum skulu verða perónar, ið feløgini innstilla, og sum frammanundan ikki sita í starvsnevndini hjá FSF.

Um alt gongur eftir ætlan, verða flestu undirnevndirnar fullmannaðar um mánaðarskifti apríl-mai.

Fíggjarnevndin
Christian F. Andreasen, formaður
Róin Schrøter
Anja Rein

Kappingarnevndin
Róin Schrøter, formaður
Anja Rein

Útbúgvingar- og menningarnevndin
Heri á Rógvi, formaður
Rúni Herup Olsen

Dómaranevndin
Fríðin Ziskason, formaður
Heri á Rógvi

Landsliðsnevndin
Maria Jóhannusardóttir Joensen, forkvinna
Fríðin Ziskason

Kvinnunevndin
Anja Rein, forkvinna
Rúni Herup Olsen

Grassroots- og ungdómsnevndin
Rúni Herup Olsen, formaður
Maria Jóhannusardóttir Joensen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder