Seinnapartin í gjár, beint áðrenn landsliðsvenjingin fór í gongd og vit miðlar stutt fingu orðið á spælarar, var lítil hátíðarløta á Tórsvølli.
Orsøkin til hetta var, at nýggju LED-ljósini í stóru ljósmastrunum kring Tórsvølli skuldu takast í nýtslu. Hesi tryggja, at ongin ljósdálking er, og at ljósini bara lýsa niður á vøllin, vissa bæði Tórshavnar kommuna og FSF um.
Heðin Mortensen helt eina stutta røðu, áðren hann trýsti á knøttin í appini. Borgarstjórin segði millum annað, at hetta er enn ein stórur dagur fyri fótbóltin í Gundadali.
- Tí tað er longu langtsíðan, at verandi mastrar og ljósskipan á Tórsvølli vórðu bygd. Ljósið varð tendrað til spennandi dystin millum Føroyar og Italia í 2011, sum vit tíverri taptu við einum máli.
Til ber at lesa alt, sum borgarstjórin segði her
Mynd: Sverri Egholm
Sí eisini: Myndir: Komu í gongd aftur í góðveðrinum
Tá gamla ljósskipanin á Tórsvølli varð tikin í nýtslu fyri tólv árum síðani, var talan um eitt frambrot fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Fótbóltssambandið staðfestir tó, at ljósini so mikið slitin, at styrkin í lampunum livdi ikki longur upp til tey krøv, ið verða sett, tá landsdystir skulu spælast.
- Harafturat var eisini munandi ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar. Í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin
Hetta skrivar fsf.fo. FSF-forsetin, Christian Andreasen, segði eisini nøkur orð, áðrenn mynd varð tikin saman við landsliðsvenjaranum. Talan var um eina verkætlan fyri umleið 11 milliónir krónur.
FSF-forsetin, A-landsliðsvenjarin og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu. Aftanfyri teimum síggjast nakrar av nýggju lampunum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald