
FSF: Seinastu tvær vikurnar hevur EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum merkt fótbóltsumhvørvið í Føroyum. Sjey av bestu londunum í Evropa hava verið á vitjan, og sum heild hevur gingið sera væl at avgreiða kappingina.
Sí eisini: (Ljóð): - Vit mennast eisini sum fótbóltstjóð av hesum
Í alt fimtan dystir eru spældir, og nú væntar bara finalan, áðrenn ein nýggjur evropameistari verður funnin. Síðani 2007, tá UEFA fyrstu ferð skipaði fyri EM endaspæli fyri U17 landslið við gentum, hevur Týskland vunnið kappingina átta ferðir, Spania fimm ferðir, meðan Frankaríki og Pólland eiga hvør sín EM sigur.
Londini í finaluni í ár eru Niðurlond og Noreg, sum vóru í bólki saman við Føroyum og Eysturríki. Tá Niðurlond og Noreg hittust í øðrum umfari vunnu tær appilsingulu 2-0. Niðurlond endaði harvið ovast í bólkinum við fullum stigatali - Noreg fór víðari við fýra stigum og betri málúrrtøku enn Eysturríki. Í hálvfinaluni basti Noreg Italia 3-1.
Í hinari hálvfinaluni, sum var millum Holland og Frankaríki, stóð á jøvnum 1-1 eftir vanliga leiktíð. Tí mátti brotssparkskapping til, áðrenn ein vinnari var funnin, og tá dróg Oranje longra stráið, og vann at enda 5-4 samanlagt.
Sí eisini: Niðurlond og Noreg vunnu seg í finaluna
Niðurlond hava higartil vunnið allar dystirnar í kappingini í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)
EM finalan millum Holland og Noreg verður í kvøld, á Tórsvølli leygardagin 17. mai, klokkan 18:00.
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Dysturin sæst eisini á uefa.tv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald