Fótbóltur

U17 EM: Niðurlond og Noreg vunnu seg í finaluna

Norsku genturnar vunnu 3-1 á Italia, meðan tað var neyðugt við brotsspørkum í bakandi sólini í Klaksvík, har Niðurlond og Frakland brustu saman.

Tær hjá Noreg stórfegnast eftir eitt av sínum trimum málum móti Italia (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Tær hjá Noreg stórfegnast eftir eitt av sínum trimum málum móti Italia (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-05-15 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tvær spennandi hálvfinalur er nú greitt, at tað vera Holland og Noreg, ið skulu spæla EM finaluna fyri U17 landslið við gentum. Finalan verður Tórsvølli leygardagin klokkan 18.

Hetta skrivar FSF á heimasíðu sínari.

Neyðugt var við brotssparkskapping við Djúpumýru í Klaksvík. Í hálvleikinum var Oranje á odda 1-0, men stutt fyri leiklok javnaði Frakland til 1-1. Í brotssparkskappingini tað 4-3 til Niðurlond.

[object Object]
Tær í appelsinlittum vóru líka tað betri úr ellivu metrum (Mynd: Jóhanna Thomsen/fsf.fo)

Í hinari hálvfinaluni hittust Noreg og Italia á Tórsvølli. Talan var tættan dyst, men tær norsku meira avgjørdar, og úrslitið gjørdist ein 3-1 sigur til Noreg.

Sí fleiri myndir frá dystunum á fsf.fo

Sostatt verða tað Holland og Noreg, ið skulu spæla EM finaluna hjá U17 gentum 2025. Bæði liðini vóru í bólki saman við Føroyum. Tað merkir samstundis, at ein nýggjur evropameistari skal finnast.

Síðani 2007, tá UEFA fyrstu ferð skipaði fyri EM endaspæli fyri U17 landslið við gentum, hevur Týskland vunnið átta ferðir, Spania fimm ferðir, meðan Frakland og Pólland hava vunnið heiðurin eina ferð í part.

EM finalan millum Holland og Noreg verður á Tórsvølli leygardagin 17. mai klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder