
Hradec Karlove, Kekkia (Portalurin)- Tá tú starir nakað trupult beint í eyguni, so er ikki altíð tú fært broytt tað. Men fyri at broyta tað, so noyðist tú at stara tað beint í eyguni.
- Tað, sum ikki ber til, ber til viðhvørt.
Soleiðis segði Eyðun Klakstein, tá nýggi fasti landsliðsvenjarin av Portalinum varð biðin um at seta eina yvirkrift á nýggja kapittulin hjá føroyska A-landsliðnum.Hetta var á tíðindafundinum á leikvøllinum, har føroyska liðið vandi aftaná.
Sí eisini: - Tað sum ikki ber til ber til viðhvørt
Sí eisini: Á nýggjum grasi kvøldið undan nýggjari kapping (Myndir)
Tað verður útvið fullsett, tá kekkar skulu royna at vinna fyri tíggjundu ferð av tíggju møguligum móti Føroyum - um man telur teir báðar dystirnar millum Kekkoslovakia og Føroyar við. Føroyingar hava heldur eingin mál skorað móti kekkum í søguni.
Føroyingar stríddust væl ímóti í Plzen í oktober 2023, men kekkar vunnu eftir eitt brotsspark í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Video: Andrias fekk gongd á við landsliðnum - í Kekkia
Um aldarskiftið spældu Føroyar tveir góðar dystir móti einum tá ógvuliga sterkum kekkiskum liðið, har tað bert var vantandi Fair Play-andi í tjúkka mjørkanum á Svangaskarði, sum forðaði fyri føroyskum stigi.
Nú verður tað fyri fyrstu ferð í yvir 16 ár, at ein føroyskur venjari stendur á odda í einum kappingardysti. Nógv ábyrgd liggur á Eyðuni Klakstein, sum saman við Atla Gregersen og restina av toyminum hevur fyrireika Føroyar til stóru uppgávuna.
Talan verður um eina 5-4-1 leikskipan, har tað fyrst og fremst snýr seg um at verja fyri og síðani at hótta í røttu løttunum. Nógv er at velja í hjá føroysku venjarunum - allir 23 í hópinum eru heilt til reiðar til 1. umfar.
Fyrsta bríksl á Malšovická leikvøllinum, við plássi til umleið 9.000 fólk, verður klokkan 19.45 føroyska tíð. Dysturin sæst í kringvarpinum og hoyrist á FM1.
Portalurin hevur beinleiðis blogg (tekstfrásøgn við myndum) og síðani ymiskt tilfar eftir dystin
Her spæla Føroyar í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Undankapping til HM 2026 - bólkur L
1. umfar, leygardagin 22. mars
19.45: Kekkia - Føroyar
Sí eisini - video:
Dreymurin hjá Geza vorðin veruleiki (Video)
Hallur Hansson: - Føroyingar eru serligir við sínum bjartskygni og vilja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald