Portalurin fer í heyst undir at vísa flogbólt. Hetta verður á nýggjari stroymingartænastu, sum verður ment í løtuni.
Trý ára avtala er gjørd við Flogbóltssamband Føroya um at vísa allar landskappingardystir og steypadystir á nýggja pallinum.
- Hetta er eitt natúrligt stig hjá okkum í menningini av Portalinum og vit eru fegin um, at Flogbóltssambandið sær týdningin av, at ein føroyskur pallur verður mentur til eitt nú føroyskan ítrótt, sigur Bárður Kass Nielsen, stjóri í Miðlum, sum eigur og rekur Portalin.
Formaðurin í Flogbóltssambandinum, Peter Holm, fegnast eisini um nýggju avtaluna.
- Tá tað var greitt, at samstarvið við veitaran seinastu fimm árini fór at enda vóru ymiskir møguleikar umrøddir. Ein røð av útlendskum stroymingarpallum vóru tøkir og áhugaðir. FBF hevði tó eitt ynski um at finna eina føroyska loysn, tí mett varð, at tað er best fyri føroyskan flogbólt í longdini. Tí settu vit okkum í samband við Miðlar og saman hava vit so ment hetta hugskotið, sigur Peter Holm.
- Hetta fer at gera flogbóltin lættari atkomuligan fyri øll - føroyingar og útlendingar. Samstundis verður mett, at hetta fer at økja inntøkumøguleikarnar fyri flogbóltin, sigur Peter Holm.
Við avtaluni við Flogbóltssambandið er eisini lagt upp til, at meira verður gjørt burturúr flogbóltinum gjøgnum árið. Millum annað við hæddarpunktum frá ávísum dystum.
Arbeitt verður við at fáa aðrar ítróttargreinar og annað lagt afturat pallinum, sum verður rikin við haldaragjøldum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald