
Nú er nýtt graslíkið lagt á vøllin inni í Vika. Í fjør skifti Tórshavnar kommuna tríggjar graslíkisvøllir í Gundadali og Tórsvølli, og tá varð samtundis fyrireikað at skifta 12 ára gamla graslíkisvøllin vøllin á Argjum.
Umframt at skifta graslíkið, skuldu eisini onnur arbeiðir gerast, millum annað at breiðka vøllin nakað, so at størri pláss er frá strikunum og út til bandarnar, nakað sum FSF krevur. Eisini eru nýggjar girðingar gjørdar, og fígging er eisini játtað til at betra munandi um parkeringsviðurskiftini.
Hetta er triði graslíkisvøllurin á Argjum.
-
Anfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini, Birgir Andreasen, stjóri í Føroya Møblasølu og Heðin Mortensen, borgarstjóri
-
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald