Í næstu viku fer føroyska kvinnulandliðið til sítt fyrsta HM-endaspæl, og í januar 2026 fer manslandslandsliðið til Noregs at spæla EM.
Nú endaspælsfepur aftur rakar Føroyar, kemur Tormóður Petursson Djurhuus út við nýggjum hondbóltssangi.
Undir pallnavninum "Tormodur" hevur 25-ára gamli sangarin og sangskrivarin givið fleiri stakløg út , sum mest eru í popputa partinum.
![]()
Umframt at syngja og hava spælt hondbólt sjálvur, hevur Tormóður Djurhuus virkað sum hallarspeakari og annað hjá H71 (Mynd: Sverri Egholm)
Her, longst til høgru, sum fjeppari til U21 HM-endaspælið í Týsklandi í 2023 (Mynd: Sverri Egholm)
Hesaferð er talan um hondbóltssang hjá hondbóltsáhuga hoyvíkinginum. Hann hevur sjálvur skrivað orð og lag, og Benjamin Djurhuus hevur staðið fyri framleiðsluni.
Byrjað og endað verður við ljóðbrotið úr Berlin, tá "Tú alfagra land mítt" rungaði á vakran hátt. Sungið verður eisini um "tá Mercedes Benz og St. Jakobshalle skalv" - um áskoðarar, føroyskt mót, hondbóltslist og at vísa seg á stóra pallinum.
Her ber til at hoyra sangin, sum eisini er á Youtube, Spotify og aðrastaðni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald