KÍ hevur gjørt eitt ára sáttmála við 27 ára gamla Patrick Da Silva, sum er álopsinnaður vinstri bakkur.
Hesum boðar felagið frá í dag.
Føroyameistararnir dylja ikki fyri, at nýggi KÍ-leikarin hevur ein dóm frá fyrr í ár.
- Patrick spældi seinast við Lyngby í 2020 í donsku superliguni, men steðgaði síðsta heyst orsakað av serliga keðiligum umstøðum, sum endaðu við, at hann fekk ein treytaðan dóm, skrivar KÍ á heimasíðuni.
Hesar “keðiligu umstøðurnar” er eitt mál um blúnisbrot ímóti einari 14 ára gamlari gentu í mars 2020. Hetta endaði við einum treytaðum dómi tann 11. mars í ár, skrivar Ekstrablaðið.
- Eftir drúgva umhugsanartíð og nógvar og drúgvar samrøður við Patrick hava vit gjørt av at geva honum ein nýggjan kjans, sigur Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ við heimasíðuna hjá felagnum.
Mikkjal Thomassen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hann leggur afturat, at Patrick er sera takksamur fyri møguleikan og gleðir seg til at sleppa at umboða KÍ í 2022, har m.a. spennandi, altjóða uppgávur liggja fyri framman.
- Styrkirnar hjá Patricki eru í álopsspælinum, og er hann ein kvikur og tekniskt sterkur spælari. Patrik er uppvaksin í Brøndby og hevur eisini spælt í donsku superliguni fyri FC Nordsjælland, Randers og Lyngby og hevur spælt samanlagt 103 dystir fyri hesi feløgini. Hann hevur umboðað Danmark í ungdómsdeildini og hevur millum annað spælt átta landsdystir fyri danska U21-landsliðið, skrivar KÍ á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald