Hondbóltur

Nýggjur landsliðssangur komin út

Tað er Benjamin Rajani, ið hevur gjørt "Á Sigursferð", og hann syngur eisini sjálvur. Hoyr sangin og les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-03 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstu viku fer føroyska manslandsliðið í hondbólti til EM-endaspælið í Berlin, og hondbóltsfepurin í Føroyum er vaksandi.

EM-hópurin venur í fulldrøn, í dag verður vitjað í Klaksvík, og fríggjakvøldið og leygarkvøldið eru venjingardystir á skránni móti Belgia í Høllini á Hálsi.

Sí eisini (úr EM-leguni): 
Tann elsti og tann yngsti sótu uttanfyri
Rói Berg Hansen: - Eru ógvuliga sameindir sum lið
Óli Mittún: - Verður tað størsta vit hava roynt í hondbólti

Atgongumerki til dystirnar fáast her

Fyri kortum varð boðað frá, at eitt slag av EM-sangi var ávegis. Talan er um ein føroyskan fylkis- og ítróttarsang, ið tykist at kunna nýtast til nógv.

Tað er Benjamin Rajani, ið hevur skrivað "Á Sigursferð". Hann syngur og spælir sjálvur. Í fjør var hann millum annað at hoyra á G! Festivalinum. Seinastu árini hevur Benjamin skrivað nógvan tónleik, og plátufelagið Tutl, ið sangarin og sangskrivarin samstarvar við, skrivar, at ein heildarútgáva er ávegis í 2024.

[object Object]Benjamin Rajani

Benjamin Rajani arbeiðir millum annað saman við donskum framleiðari. Í samband við "Á Sigursferð" hevur hann serliga samstarvað við Hans Poulsen. Eisini hevur Óli Poulsen hjálpt til, og Jónsvein Mikkelsen hevur gjørt "húsan". Tórður Dam Jacobsen spælir trummir.

Nýggi føroyski ítróttarsangurin gjørdist tøkur á øllum stroymingartænastum í gjárkvøldið. Sangurin er tríggjar minuttir til longdar. Hann kann millum annað hoyrast her - ella ovast í greinini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder