Tennissamband Føroya hevur sett nýggjan landsliðsvenjara sum partur av eini heildarætlan at menna tennis sum ítróttargrein í Føroyum og sum liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar komandi ár. Talan er um 31 ára gamla danan Adam Blicher, sum komandi árið skal venja føroyska landsliðið í tennis, umframt at stuðla undir menningina av tennis í Føroyum sum heild.
Hóast sín unga aldur hevur Adam drúgvar royndir, og hevur hann á sínari yrkisleið sum spælari og venjari havt tætt tilknýti til fleiri stórar tennisstjørnur. Hann hevur m.a. verið venjari hjá donsku leikarunum Holger Rune og Claru Tausen, ið teljast millum fremstu tennisleikarar í heiminum.
Adam er uppvaksin í Randers og hevur verið spælari og venjari í tennisfelagnum í býnum í nógv ár. Hann hevur eisini verið spælari og venjari hjá elituliðnum í Odense í fleiri ár. Adam hevur eisini verið knýttur at Dansk Tennis Forbund sum venjari og skeiðshaldari í seks ár. Adam hevur verið venjari á fleiri tennis-akademium úti í heimi, m.a. á tí viðurkenda Patrick Mouratoglou akademi. Harafturat hevur hann í fleiri ár gjørt egnan podcast um tennis, ið m.a. inniheldur samrøður við serfrøðingar og leikarar.
Umframt drúgvar royndir innan tennis, hevur Adam eisini eina kandidatútbúgving í ítróttarvísindi við sálarfrøði sum síðugrein frá Odense Universitet. Eisini hevur hann fast tilknýti til Team Danmark og hevur m.a. arbeitt fyri Danmarks Gymnastik Forbund og Dansk Motorsport Union.
- Eg vil fegin vera við til at menna tennisítróttina í Føroyum sum heild, og hetta er ein góður møguleiki hjá mær at nýta mínar førleikar til frama fyri tennis í Føroyum. Eg haldi, at tennis í Føroyum hevur verið í einari góðari menning seinastu árini, har fleiri venjarar hava fingið útbúgving og umstøðurnar at spæla eru betraðar nógv, sigur Adam Blicer.
- Eg kann vera við til at hækka støðið við teimum royndum og førleikum, sum eg havi, og vónandi kann mítt íkast koma føroyskum leikarum til góðar. Leikararnir eru ídnir og taka venjingina í stórum álvara, og tí gleði eg meg at koma í gongd, leggur hann afturat.
Tennissamband Føroya fegnast um at hava fingið ein dugnaligan venjara, sum verður knýttur at landsliðnum komandi árið. Hetta leggur eitt gott grundarlag til Oyggjaleikirnar 2023 og er við til at stimbra tennisumhvørvið í føroyum sum heild. Ætlanirnar fyri komandi árið eru nú lagdar, har ætlanin er at hava regluligar venjingar fyri landsliðið umframt venjingarlegur. Tennis hevur verið í støðugari menning seinastu árini, og alsamt fleiri íðkarar leggjast afturat. Eisini eru nógv børn og ung, ið nú spæla tennis. Arbeitt verður framhaldandi við at leggja eitt haldgott grundarlag fyri tennisítróttini í Føroyum.
Umstøðurnar í Gundadali eru eisini betraðar nógv við nýggjum graslíki sum undirlagi og ljósmastrum umframt einum felagshúsið, sum verður klárt í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald