Fótbóltur

Nýggur maður undir liðini á Jákupi

André Olsen hevur takkað fyri seg sum hjálparvenjari hjá B68.

Jákup Reinert Højgaard (Mynd: B68)

Jákup Reinert Højgaard (Mynd: B68)

2023-12-09 18:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hjálparvenjarin hjá B68 seinastu tvey árini, André Olsen, heldur ikki fram, og tí skuldi nýtt fólk finnast.

Tað verður 22 ára gamli Jákup Reinert Højgaard, sum fer at hjálpa Jákupi á Borg, og hansara liði í 2024.

Saltnesmaðurin hevur verið venjari hjá næstbesta liðnum hjá B68 síðstu árini, og hann sleppur nú at royna seg við besta liðnum.

B68 endaði nummar sjey í landskappingini í 2023 við 23 stigum, og kom í finaluna um Løgmanssteypið, har toftamenn taptu eftir brotssparkskapping móti HB.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder