Kappróðrarfelagið NSÍ boðar nú frá, at Sámal Hansen er farin undir at byggja eitt nýtt 10-mannafar til felagið. Nýggi báturin skal standa klárur til komandi kappróðrarár.
Hetta verður enn eitt týðandi kapittul í søguni um Eysturoying. Nýggi Eysturoyingur verður tann fimti í felagnum.
Sámal Hansen hevur havt stóran týdning kappróðrarfelagið og fyri 10-mannafarið hjá NSÍ gjøgnum árini. Hann hevur smíðað Eysturoying frá 1998 og 2009. Báðir bátarnir hava skrivað seg inn í føroysku kappróðrarsøguna við fleiri føroyameistaraheitum og óteljandi minnisríkum sigrum, har Sámal sjálvur hevur verið partur av manningini eisini.
Eysturoyingur hevur áður verið eitt av fremstu 10-mannaførunum í Føroyum og hevur vunnið føroyameistaraheitið átta ferðir síðani 1998.
Nú verður arbeitt við næsta ættarliðum av hesum stolta kappróðrarbáti, skrivar felagið. Í hesum sambandi bjóðar høvuðsvenjarin, Svein Rógvi Ljósstein Nielsen, inn til kunningarfund sunnudagin klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald