Fótbóltur

Nýtt graslíkið leggjast á vøllin í Sarpugerði

Níggju ára gamla graslíkið í Norðragøtu skal skiftast. Kostnaðurin er mettur at vera tríggjar milliónir.

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2021-06-28 19:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú skal graslíkið á vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu skiftast. Vøllurin er 9 ára gamal, nógv brúktur og væl slitin. Tí hevur kommunan heintað tilboð frá veitara, og hósdagin samtykti býráðið eina eykajáttan til at skifta graslíkið.

Tilboð fyri nýtt graslíkið er komið inn á 2.285.000 kr u/MVG. Umframt hetta má roknast við eyka útreiðslum í samband við avtøku og burturbeining av verandi vølli og álegging av tí nýggja vøllinun. Samlaði kostnaðurin er mettur at vera 3 mió. kr.

Talan er um sama merki av graslíki, sum verandi vøllur. Í mun til fyllu stendur valið millum gummigranulat, sum verður brúkt í dag, ella korkfyllu. Hetta skal tó kannast nærri, áðrenn støða verður tikin, sigur kommunan á heimasíðuni.

Korkfylla er ikki roynt á stórum vølli í Føroyum áður. Tó skal viðmerkjast at tann lítli spælivøllurin í Leirvík, sum bleiv álagdur í 2020 hevur korkfyllu. Korkfylla er umhvørvisvinarligt tilfar og er eisini góðkend av FIFA.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder