Í gjárkvøldið boðaði ÍF á sínari heimasíðu frá, at avtala er komin í lag, so at byrjað kann vera uppá nýggjá ítrottarhúsið:
- Á býráðsfundi í kvøld hevur Fuglafjarðar Kommuna samtykt høvuðsarbeiðstakarasáttmála við Sp/f Heildarverk um bygging av nýggjum ítróttarhúsi.
Í Fuglafirði hava tey roynt at betra um umstðurnar kring vøllin í Fløtugerði. Nú kunnu tey fegnast um, at byggingin byrjar beinanvegin, og um eitt ár er húsið væntandi liðug. Soleiðis verður komandi húsið lýst:
- Ítróttarhúsið verður í 3 hæddum. 1. byggistig er at innloka alt húsið og innrætta niðastu hædd. Í niðastu hædd verða 4 umklæðingarrúm, dómararúm, goymlsurúm, onnur rúm og lift til hinar hæddirnar.
Bolt.fo skrivar, at nógv bendur á, at ÍF fær undantaksloyvið at spæla í Fuglafirði í ár. Tað er neyðugt, tí umstøðurnar viðvíkjandi skiftirúmum og øðrum ikki eru hóskandi til Betri-deildina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald