Fótbóltur

Nýtt kapittul fyri ungdómsfótbóltin og kvinnufótbóltin í FC Suðuroy

Finn Johannesen er settur sum høvuðsungdómsvenjari á dreingjasíðuni. og Jakob Skaaning er settur sum høvuðsungdómsvenjari á gentusíðuni. Jakob skal eisini taka sær av besta liðnum hjá kvinnum, sum nú stendur á egnum beinum.

Finn Johannesen (t.v.) og Jakob Skaaning (t.h) skulu ávikavist røkja uppgávuna sum høvuðsungdómsvenjari á dreingjasíðuni og høvuðsungdómsvenjari á gentusíðuni (Mynd: FC Suðuroy)

Finn Johannesen (t.v.) og Jakob Skaaning (t.h) skulu ávikavist røkja uppgávuna sum høvuðsungdómsvenjari á dreingjasíðuni og høvuðsungdómsvenjari á gentusíðuni (Mynd: FC Suðuroy)

2025-01-08 15:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vt í FC Suðuroy eru fegin um at kunngera, at vit komandi árini seta eina týðandi verkætlan í gongd fyri at menna ungdómsfótbóltin í felagnum; bæði á dreingja- og gentusíðuni.

Soleiðis skrivar FC Suðuroy á heimasíðu sínari í sambandi við, at felagið hevur sett
tveir høvuðsungdómsvenjarar.

Teir skulu hvør sín veg skulu tryggja eitt sterkt grundarlag fyri ungdómsfótbóltin í FC Suðuroy: Finn Johannesen, sum er settur sum høvuðsungdómsvenjari á dreingjasíðuni, og Jakob Skaaning er settur sum høvuðsungdómsvenjari á gentusíðuni.

Hetta seinna eisini tryggja størri fokus á gentu- og kvinnufótbóltin í FC Suðuroy komandi árini. Jakob Skaaning er eisini venjari hjá 1. deild kvinnum. Talan er um 2-ára sáttmála.

Seinastu trý árini hevur FC Suðuroy havt lið í Betrideildini hjá kvinnum saman við TB og Royn. Nú verður talan um lið á egnum beinum í næstbestu kvinnudeildini. 

- Málið er greitt: Vit vilja byggja eitt sterkt kvinnulið, sum kann tryggja okkum pláss í Betri deildini aftur – seinast í 2028.

Við sterkum ungdómsarbeiði eru vit sannførd um, at hetta verður ein nýggj byrjan fyri ungdómsfótbóltin og kvinnufótbóltin í FC Suðuroy, skrivar felagið at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder