Fótbóltur

Nýtt venjaraskeið til virknar og fyrrverandi fótbóltsspælarar

Nýggja “Leikaraleiðin” hjá FSF skal gera tað smidligari hjá fleiri at fara undir venjaraleiðina. Luttakarar koma lutfasliga skjótt móti eini B-próvtøku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-09-27 12:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum nakað nýtt fer FSF í næstum at skipa fyri einum serligum venjaraskeiði. Hetta er nevnt “Leikaraleiðin”. Skeiðið er ætlað virknum og fyrrverandi fótbóltsspælarum, ið hava royndir frá útlandinum, landsliðum og í bestu deildunum í Føroyum.

Soleiðis greiðir Fótbóltssamband Føroya frá á heimasíðu sínari 

- Endamálið við “Leikaraleiðini” er at røkka fótbóltsspælarum, sum eru komnir til árs, men framvegis eru virknir, umframt spælarum, sum eru givnir, men sum hava spælt á høgum stigi seinastu árini.

Pætur Smith Clemtensen sigur við FSF Varpið, at man í ávísan mun saknar venjarar við royndum sum spælarar, og at nógv tykjast at fara burtur frá fótbólti eftir lokna tíð sum spælari. Tá kann tað verða torført at traðka inn aftur.

- Fótbóltsfamiljan hevur tørv á venjarum við spælararoyndum, og er hendan verkætlan ein liður í arbeiðinum, at geva enn fleiri fótbóltsspælarum møguleikan at fara venjaraleiðina, eftir eini smidligari loysn, í mun til vanligu útbúgvingarleiðina.

Øll samrøðan við Pætur Clementsen sæst omanfyri.

Leikaraleiðin er skipað á tann hátt, at nøkur skeið verða løgd saman, og at ein luttakari harvið eftir væl færri tímar enn vanligt, er rímiliga nær einari B-próvtøku. B-skeiðið er tað næsthægsta skeiðið, sum ein kann taka í Føroyum.

[object Object]Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum, sigur, at man gjarna hevði sæð fleiri fyrrverandi spælarar aftur í venjaraumhvørvinum. Man vónar, at við nýggju skipanini kann hetta "rættast upp" (Mynd: fsf.fo)

Tó eru tað framvegis nógvir tímar, sum man skal ígjøgnum í vetur - serliga í januar.

- Á nýggju útbúgvingini er ynskiligt, at luttakararnir hava drúgvar royndir í fremstu deildunum í Føroyum, at teir møguliga hava verið yrkisleikarar uttanlands ella spælt á landsliðum - A-landsliðnum ella ungdómslandsliðunum - greiðir FSF frá.

Til ber at melda til “Leikaraleiðina "2024-2025” í nethandilinum hjá FSF. 

Málmansvenjaraleiðin er eisini nakað greitt, sum teknski stjórin kemur inn á tíðiliga í samrøðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder