Fótbóltur

Oddadystur í Klaksvík í kvøld

Bert eitt stig skilur nummar 1, KÍ, og nummar 2, ÍF/VÍK/B68, undan dystinum í 14. umfari.

KÍ og ÍF/Vík/B68 eru næstan lið um lið í oddinum - Mynd: Norðlýsið

KÍ og ÍF/Vík/B68 eru næstan lið um lið í oddinum - Mynd: Norðlýsið

2019-08-07 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir sigurin hjá KÍ á HB í seinasta umfari løgdu klaksvíkskvinnur seg á odda og eru nú eitt stig frammanfyri ÍF/VÍK/B68. Felagsliðið hevur ikki spælt eftir summarsteðgin men skal nú í gongd aftur við oddabrakið við Djúpumýru.

ÍF/VÍK/B68 hevur loypt eitt sindur hvøkk á við at vera heilt frammi í oddinum í ár. Liðið vann tíðliga í juni á heimavølli ímóti bæði KÍ og HB, men javnleikurin ímóti EBS/Skála á heimavølli beint fyri steðgin var ein lítlit smeitur í oddastríðnum. Oddasessurin kann tó takast aftur í Klaksvík í kvøld. KÍ er tó uppi í hægri gear, tí liðið hevur leikt tveir dystir ímóti HB seinastu tvær vikurnar; tann seinni dystuirn var fyrra hálvfinalan í steypakappingini, ið endaði 2-2 í Klaksvík.

KÍ vann tepurt, tá liðini hittust við Djúpumýru tíðliga í kappingarárinum; mánaðin eftir spældu liðini javnleik har. Lagt eru upp til ein sera sepnnandi dyst, ið kann fáa stóran týdning fyri, hvar steypið endar. Hetta er seinastu ferð, at liðini hittast í ár.

Dysturin byrjar klokkan 19.15, og til ber at fylgja gongdini á dystir.fo 

1
11
8
1
2
21
9
+12
25
2
11
7
3
1
23
8
+15
24
3
 
11
6
1
4
41
11
+30
19
4
11
2
1
8
8
38
-30
7
5
12
2
0
10
9
36
-27
6

(FaroeSoccer)

HB og B36 spæla grannuppgerð sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder