Tveir teir fyrstu dystirnir í 17. umfari í Premier League vórðu leiktir í gjárkvøldið. Tað skuldi upprunaliga vera tríggir dystir, men uppgerðin millum Brentford og Manchester United varð útsett, orsakað av fleiri koronutilburðum í United-leguni.
Les eisini: Brentford - Manchester United útsettur
Hitt liðið í Manchester er oddalið og staðfesti so ruddiliga hesa støðuna í gjárkvøldið, tá Leeds vitjaði. Tað er ikki lætt at vera útilið á Etihad. Hetta noyddist Leeds at ásanna í gjárkvøldið. Liðið hjá Marcelo Bielsa var greitt við undilutan leikliga, tá liðini spældu í Manchester í fjør men vann tá 1-2. Hesuferð varð Leeds eisini við undirlutan leikliga og so dyggiliga eisini á máltalvuni.
Málveitslan hjá Manchester City fór í gongd longu í 8. minutti, tá Phil Foden skoraði. Jack Grealish, Kevin De Bruyne (tvær ferðir), Riyad Mahrez, John Stones og Nathan Aké komu eisini á máltalvuna, og City er í løtuni ávíkavst fýra og fimm stig frammafyri Liverpool og Chelsea. Tey spæla bæði hóskvøldið. Leeds er sum so partur av niðurflytingarstríðnum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/12/15/890x590/1639532562ewb9jthmyj.jpg)
Stevan Gerrard vendi fyri beint yvir einum mánaði síðani aftur til Premier League og í vikuskiftinum aftur til Anfield
11. november varð Steven Gerrard settur sum venjari hjá Aston Villa. Tá hevði Birmingham-felagið fingið tíggju stig í ellivu Premier League dystum - í teimum seks dystunum síðani hevur Villa vunnið sær tólv stig. Tey bæði tapini hava verið við einum máli - móti Manchester City og Liverpool. Í gjárkvøldið vann Villa 2-0 á útivølli móti uppflytaraunum Norwich, ið eru niðast. Jacob Ramsey legði Villa á odda í 34. minutti, og stutt fyri leiklok staðfesti Ollie Watkins sigurin. Nú eru Gerrard og hansara menn tætt við evropeiskt pláss.
Tað er ein rúgva av Premier League-dystum á skránni í hesum mánaðinum, og fýra afturat eru á skránni í kvøld:
Týsdagin 14.12 (í gjár)
Manchester City - Leeds United 7-0 (3-0)
Norwich - Aston Villa 0-2 (0-2)
Mikudagin 15.12 (í dag)
19.30: Brighton - Wolves
Burnley - Watford
Crystal Palace - Southampton
20.00: Arsenal - West Ham
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald