Hondbóltur

Oddaliðið vitjar í Klaksvík í kvøld

Stjørnan skal royna at koppa VÍF, ið bert hevur tapt ein dyst higartil.

VÍF kann trekkja frá Kyndli og H71 í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

VÍF kann trekkja frá Kyndli og H71 í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-07 16:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur verður leiktur í SMS-deildini í kvøld. Hann er á skránni í KÍ-høllini í Klaksvík.

Stjørnan, ið er á 5. plássi við seks stigum tekur ímóti VÍF, sum bert hevur mist stig móti H71 í ár. Vestmannakvinnur kunnu fyribils leggja sjógv millum seg og Kyndil og H71 við sigri í. Stjørnan basti Kyndil á heimavølli fyri einum mánaði síðani. Spurningurin er, um tær reyðkløddu aftur kunnu loypa hvøkk á eitt av ovaru liðunum.


SMS deildin
7. november
19.30:
 Stjørnan - VÍF

Støðan 
1. VÍF (12 stig)
2. Kyndil (10 stig)
3. H71 (10 stig)
4. Neistin (8 stig)
5. Stjørnan (6 stig)
6. StÍF (4 stig) *
7. VB (0 stig)

*Ein dyst fleiri

Ein dystur varð leiktur í Høllini á Hálsi í gjár:
Kyndil - StÍF 32-18 (16-9)
Toppskjúttar: 
Súna Krossteig Hansen 9 mál, Haruka Gima 8 mál

Les meira her
Myndir frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder