Í fjør runnu tey aftaná hvørjum øðrum alt kappingarárið. Liverpool hevði munin, tá komið var inn í 2019, men ein City-sigur í innanhýsis dysti 3. januar var ein av avgerandi faktorunum í, at liðið hjá Pep Guardiola endurvann meistaraheiti.
Bæði liðini høvdu eitt óvanliga høgt støði og tal av stigum (98 og 97), og tað er ilt at ímynda sær, at tey bæði náa hesum hæddunum aftur í ár. Í dag kunnu ábendingar vera at fáa um, hvussu kappingarárini hjá Manchester City fara at hátta seg, og sum heild hvussu Premier League fer at síggja út.
Community Shield dysturin á tjóðarleikvøllinum er ein long og góð siðvenja. Peningurin ið kemur inn fer til eitt gott endamál, hann verður ofta leiktur í bakandi sól í London, liðini spæla fyri at vinna, og tað setur alment kappingarárið í gongd fyri liðini í fremstu røð í Onglandi.
Sjálv Premier League byrjar komandi vikuskifti, men í dag spæla greipuvinnararnir ímóti liðinum, sum endaði nummar tvey í fjør. Annars er tað vanliga meistararnir ímóti steypavinnarunum. Hvørgan av liðunum hava framt nógvar broytingar í hópinum, so liðini eru av álvara til at kenna aftur, og allarflestu leikararnir eru tøkir. Liverpool hevur havt eina minni góða "pre-season", men flestu av dystunum hava verið leiktir uttan profilar sum Allison, Salah, Mané og Firmino.
FA Community Shield
Wembley, 04.08
(15.00): Manchester City - Liverpool
(Canal 9, TV3 MAX, Viaplay)
Fótbóltur
Oddaliðini í fjør seta kappingarárið í gongd
Árligi Community Shield dysturin verður leiktur á Wembley klokkan 15.
Spurningurin um City og Liverpool skulu stríðast um meistaraheiti aftur í ár - í dag spæla liðini aftur um eitt steyp (Mynd: EPA)
2019-08-04 13:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald