Liverpool og Manchester City stríðast ein harðan dyst um enska meistaraheiti, men hann er settur á pausu, nú seinnu fjórðingsfinalurnar í Champions League eru fyri framman.
Manchester City (0) - Tottenham (1) - TV3+/Viaplay
Porto (0) - Liverpool (2) - TV3 Sport/Viaplay
Manchester City leikti ikki nakran góðan dyst í London í fyrra dystinum móti Tottenham, ið gjørdi tað ógvuliga trupult fyri liðið hjá Guardiola. Um Tottenham skorar á Etihad í kvøld, skal City hava minst trý mál fyri at koma víðari.
Tað verður uttan Harry Kane, at liðið hjá Pochettino skal royna at fáa mál í kvøld. Áleyparin fór út við skaða í seinastu viku; einum skaða ið kann halda stjørnuni úti restina av kappingarárinum. Tottenham hevur tó aðrar álopsdygdir og kann avgjørt hótta City í kvøld.
Fyri Manchester City hevur tað nógv at siga at standa seg væl í evropeiskum fótbólti, og í triðja árinum hjá Pep Guardiola kann hann fyri fyrstu ferð røkka hálvfinaluni við felagnum. Tað skal tó nógv til í kvøld, har lagt er upp til spennandi dyst.
(Salah og Liverpool eru á vitjan hjá Porto í kvøld - Mynd: EPA)
Í hinari fjórðingsfinaluni í kvøld hevur Liverpool ein greiðan fyrimun. Enska stórfelagið vann 2-0 á Anfield seinasta týskvøld, og Porto hevur harvið einki útivallarmál. Tað skal tískil nógv til, um portugisiska liðið skal gera nakað við liðið hjá Klopp í kvøld; um Liverpool bert skorar einaferð, skal Porto hava minst fýra mál. Nógv bendir tí á, at Liverpool skal spæla ímóti Barcelona í hálvfinaluni - arbeiði skal heilt einfalt gerast liðugt í kvøld.
Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00.
Fótbóltur
Oddaliðini í Onglandi stríðast fyri hálvfinaluplássi í kvøld
Liverpool skal gera arbeiði liðugt í Portugal, meðan City skal venda uppgerðini móti Tottenham.
Tottenham hevur leiðsluna undan seinnu uppgerðini móti City í kvøld (Mynd: EPA)
2019-04-17 14:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald