Annað

Oddaliðini vunnu sínar dystir

HB vann við stórsigri á Toftum.

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-06-24 21:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir dystir vóru í dag leiktir í bestu fótbóltsdeildini hjá kvinnum, og øll oddaliðini greiddu sína skyldu og fingu fult stigatal. Sostatt er stigamunurin í oddinum púra óbroyttur síðani seinasta umfar.

Í Sarpugerði tók ÍF/Víkingur móti KÍ. Og við einum 5-1 sigri kundu klaksvíkskvinnur fara yvir um fjørðin aftur við trimum stigum.

Í Gundadali var EBS/Skála á vitjan hjá B36. Útiðið vann dystin greitt á havnardamum, 3-0.

Á Svangaskarði var oddaliðið HB á vitjan hjá B68, har málini regnaðu inn. Eftir bara sjey minuttir var støðan 3-1 til HB, og støðan í hálvleikinum var 6-1.

HB vann dystin 9-1, og tað vóru tær tríggjar Rebekka Benbakoura, Heidi Sevdal og Milja Simonsen, sum tóku sær av málunum hjá teimum reyðu og svørtu. Unn Hvidbro skoraði einsamalla málið hjá B36.


ÍF/Víkingur - KÍ (1-5)
Sanna Jacobsen 0-1
Sanna Jacobsen 0-1
Rannvá Andreasen 0-3
Annika Ragnar Christiansen 1-3
Hervør Olsen 1-4
Eyðvør Klakstein 1-5

B36 - EBS/Skála (0-3)
Ansy Jakobsen 0-1
Elsa Anna Mohr 0-2 sjálvmál
Ansy Jakonsen 0-3

B68 - HB (1-9)
Rebekka Benbakoura 0-1
Unn Hvidbro 1-1
Heidi Sevdal 1-2
Milja Simonsen 1-3
Milja Simonsen 1-4
Rebekka Benbakoura 1-5
Milja Simonsen 1-6
Rebekka Benbakoura 1-7
Heidi Sevdal 1-8
Milja Simonsen 1-9

 

Støðan í Betri deildini kvinnur eftir 11 umfør
1. HB (28 stig)
2. EBS/Skála (27 stig)
3. KÍ (25 stig)
4. ÍF/Víkingur (12 stig)
5. B36 (2 stig)
6. B68 (2 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder