Hondbóltur

Helgi Hoydal avloysir Trónd Mikkelsen í Golden League-hópinum

Bakspælarin fekk ein snudd í knæðið í landskappingardysti í Svøríki. Helgi Hildarson Hoydal verður harvið við landsliðnum fyri fyrstu ferð síðani í mai í fjør.

Tróndur Mikkelsen hevur fingið ein nýggjan skaða, og landsliðsvenjararnir hava valt at tikið ein fjórða strikuspælara (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tróndur Mikkelsen hevur fingið ein nýggjan skaða, og landsliðsvenjararnir hava valt at tikið ein fjórða strikuspælara (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-28 11:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin skal føroyska manslandsliðið til Trondheim, har EM-fyrireikingarkappingin Golden League er á skránni. Føroyar skulu hósdagin til sunnudagin spæla móti Niðurlondum, Noreg og Danmark.

Liðið fyrireikar seg í løtuni í Føroyum, men landsliðsvenjararnir hava nú verið noyddir at fremja eina útskifting í sterka føroyska hópinum.

Hondbóltssamband Føroya skrivar í dag, at Helgi Hildarson Hoydal er kallaður inn fyri Trónd Mikkelsen. Hetta er tí, at síðstnevndi hevur fingið ein skaða at dragast við.

Tróndur var óheppin í seinasta dystinum fyri landsliðssteðgin og hevur fingið ein snudd í annað knæið. Annars hevur 25-ára gamli bakspælarin higartil havt ett gott kappingarár í hansara nýggja felagi í Svøríki.

[object Object]
Ein smeitur fyri Trónd sum hevur verið skaðafríur í eina tíð og fyri liðið, sum Tróndur Mikkelsen skuldi hava stóran leiklut á - eins og í sigrinum í Niðurlondum í apríl. Tað eu tó tveir og en hálvur mánaði tl endaspælið (Mynd: Sverri Egholm)

Nú verður tað hanara gamli liðfelagi úr Noreg, sum avloysir á landsliðnum.

Helgi Hildarson Hoydal fór aftur til H71 á sumri 2024, men ein skurðviðgerð í alboganum órógvaði størsta partin av kappingarárinum. Helgi var harvið ikki í hópinum til nakran dyst í EM-undankappingini, men er nú við aftur fyri fyrstu ferð síðani HM-play off dystirnar móti Norðurmakedónia.

Tað vóru upprunaliga níggju bakspælarar tiknir út, og nú ein fall frá, so fall valið á ein strikuspælara sum avloysara. Helgi Hoydal kann loysa ymiskar uppgávur í verjuni, og Føroyar fara helst at spæla í 7 móti 6 í álopinum fitt av tíðini - við tveimum strikuspælarum.

[object Object]
Helgi Hildarson Hoydal til EM-endaspælið í 2024. Um royndi strikuspælarin við til EM aftur, so verður hetta ikki eitt betri høvið til at vísa seg fram (Mynd: Sverri Egholm)

Teir 19 leikararnir, sum fara til Noregs í morgin eru sosatt:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)

Bakkar:
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Pauli Rasmussen, StÍF
Høgni Heinason, H71

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HC København (DEN)
Pauli Høj, Bergsøy (NOR)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, H71 *

* Avloysir Trónd Mikkelsen

Skráin fyri Golden League í Tróndheimi

Hósdagin 30. oktober
kl. 17.15 Noreg – Danmark
kl. 19.30 Niðurlond – Føroyar

Leygardagin 1. november
kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
kl. 15.45 Noreg – Føroyar

Sunnudagin 2. november
kl. 13.00 Danmark – Føroyar
kl. 15.45 Noreg – Niðurlond


Kringvarpið vísir dystirnar, upplýsir Hondbóltssamband Føroya.

Dagført: 11.47
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder