14. umfar í Betrideildini verður leikt í dag. Tað byrjar við trimum dystum, sum verða bríkslaðir í gongd klokkan 15. Áleið klokkan 20 verður seinasta bríksl í seinna dystinum í dag á Tórsvølli.
14. umfar
(15.00): HB - NSÍ
Skála - KÍ
Víkingur - EB/Streymur
(17.00): AB - TB
(18.00): B36 - ÍF
Støðan
1. HB 37 stig (14 dystir)
2. NSÍ 32 stig (14 dystir)
3. KÍ 32 stig (14 dystir)
4. B36 31 stig (14 dystir)
5. Víkingur 20 stig (13 dystir)
6. ÍF 20 stig (13 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (13 dystir)
8. TB 6 stig (13 dystir)
9. AB 5 stig (14 dystir)
10. Skála 1 stig (14 dystir)
Fyri aðru ferð innan eina viku verða tríggir dystir leiktir í Tórshavnar kommunu - tveir á Tórsvølli og ein á Argjum. Ein av hesum er sera týdningarmikil fyri oddastríðið, og ein av hesum hevur stóran týdning fyri botnstríðið.
Tað er bert eitt lið, sum hevur bast oddaliðnum HB í ár, og tað er NSÍ. Bárður Hansen og Petur Knudsen skoraðu málini í fult uppiborna sigrinum, men lyklaleikararnir eru báðir úti við skaða í dag. Tað er tó ein styrkur fyri NSÍ, at royndi miðverjin Jóhan Troest Davidsen er birgur aftur, og at nýggi danski miðvallarin, Jesper Christjansen, nú er tøkur. HB hevur bert sett stig til einaferð á heimavølli í ár. Tað var ímóti KÍ, ið vann sannførandi við Løkin mánakvøldið. Við tí úrslitinum er størri trýst á liðnum hjá Glenn Ståhl, ið skal royna at av álvara halda seg inni í oddastríðnum. HB hevur í 2. hálvleiki í seinastu tveimum dystunum (B36 2-0 og TB 4-1) veruliga víst styrki, og Mikkel Dahl hevur gjørt mun beinanvegin.
Mikkel Dahl hevur skorað trý mál í tveimum dystum fyri HB - Alex Mellemgaard var ikki við hjá B36 seinast (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er bert eitt stig, ið skilur TB og AB sum í kvøld bresta saman á Argjum. Liðini spældu 1-1 í Trongisvági beint fyri Jóansøku og royna nú at koma eitt sindur burtur frá strikuni. AB hevur framvegis sín fyrsta sigur til góðar, og TB hevur ikki fingið stig síðani innahýsis dystin millum liðini, hóast tað hevur verið nær við. Tað er ein smeitur fyri AB, at Tóki á Lofti, ið var við í báðum málunum í 2-2 javnleikinum móti ÍF seinast, er leikbannaður. Hjá TB er Rógvi Joensen liðugur fyri í ár, men Dánjal Godtfred er aftur eftir leikbann, og Teitur Olsen og teir nýggju útlendsku leikararnir fara at styrkja liðið.
TB stríddist væl ímóti í dystinum móti HB á ólavsøku - í dag skal liðið hava stig við av Argjum (Mynd: Sverri Egholm)
Seinasti dysturin í høvuðstaðnum í dag er ímillum B36 og ÍF. B36 spældi ein góðan dyst móti Víkingi á ólavsøku og er harvið framvegis væl við í oddastríðnum. Í dag skal Jákup á Borg finna nýggjar loysnir á sentrala miðvøllinum, tí bæði Eli Falkvard Nielsen og Magnus Holm Jacobsen hava leikbann, og Erlendur Magnusson er skaddur í knænum. Um hugt hevði verið eftir hesum dystinum á skránni undan kappingarbyrjan, so høvdu teý allarflestu væntað, at talan fór at verða um trý trygg stig til B36, men ÍF hevur gjørt vart við seg í ár - tó manglar tað stóra úrsliti móti einum av topp-fýra liðunum.
Á Skála verður nýggjur venjari á síðlinjuni. Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Sorin Anghel avloysir Bill McLeod Jacobsen, og rumenin skal royna at halda Skála ppi deildini. Tað verður sera torført at fáa stig móti KÍ í dag. Føroyameistararnir jagstra HB, og hava í dag ein nýggjan leikara í hópinum: Heina Vatnsdal. Teir nýggju útlendsku leikararnir eru ikki tøkir hjá KÍ, og tað er skaddi Ísak Simonsn heldur ikki.
Sorin Anghel stendur í dag á odda fyri Skála á fyrsta sinni. Gamla felag hansara hevur týðandi botnstríð á skránni (Mynd: Sverri Egholm)
EB/Streymur og Víkingur leika tann dystinum í umfarinum, sum á pappírinum hevur minst týdning, men EB/Streymur kann tó taka enn eitt umráðandi fet frá botninum við at fáa stig.
Vit dagføra støðuna í øllum dystunum á forsíðu okkara. Vit hava eisini myndir frá dystunum á Tórsvølli og tí á Argjum, og royna at fáa viðmerkingar eftir teir dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald