Fótbóltur

Sorin nýggjur venjari á Skála

Fyrrverandi AB-venjarin skal royna at halda Skála uppi í Betrideildini.

Sorin Anghel (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sorin Anghel (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-01 18:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

41-ára gamli rumenin Sorin Anghel helt í 2018 AB uppi og var eisini við róðrið í 2019. Hann hevði eisini sáttmála fyri hetta kappingarárið, men undir koronasteðginum gjørdist tað greitt, at samstarvið á Argjum var støðgað.

Les eisini: Skála og Bill hava støðgað samstarvinum

Nú er greitt, at Sorin Anghel skal avloysa Bill McLeod Jacobsen á Skála. Samstarvið millum Skála og Bill McLeod Jaobsen er av, og tað er nú Sorin Anghel, ið skal standa á odda fyri bjargingarætlanina á Skála. 

Hetta hevur hópurin hjá Skála fingið kunning um í kvøld.

Talan um eina avtalu, ið er galdandi fyri restina av kappingarárinum.

Skála hevur bert eitt stig fyri 14 dystir. Fyrsti uppgávan hjá Sorini verður á heimavølli móti KÍ í morgin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder