Í gjárkvøldið vann HB 3-1 á Víkingi í finaluni um Løgmanssteypið. Harvið hevur HB nú eitt evropeiskt pláss, og tey trý liðini sum í løtuni liggja til hini skulu øll dystast í dag. Hetta eru liðini, ið eru við í FM-stríðnum; NSÍ hevur tó júst tapt móti B36 og KÍ á heimavølli, og tí verður tað heldur tungt hjá runavíkingum nú.
Betrideildin, 23. umfar
22. september
(14.30): TB - NSÍ
(15.00): B36 - ÍF (Rás 1)
(17.00): AB - KÍ
Støðan:
1. B36 (53 stig) 22 dystir
3. KÍ (51 stig) 22 dystir
3. NSÍ (48 stig) 22 dystir
4. HB (44 stig) 22 dystir
5. Víkingur (42 stig) 22 dystir
6. Skála (25 stig) 22 dystir
7. TB (19 stig) 22 dystir
8. AB (15 stig) 22 dystir
9. EB/Streymur (12 stig) 22 dystir
10. ÍF (6 stig) 22 dystir
NSÍ skal reisa seg í Trongisvági. TB hevur ikki nógv at spæla fyri, men hóast hetta, og hóast NSÍ vann 3-0 har fyrr í ár, so kann talan gerast um eina sera trupla uppgávu hjá runavíkingum. Kravið er eftir umstøðunum at trý stig koma við norð.
Lukasz Cieslewicz og B36 skulu royna at halda fast í góðu gongdini (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir tapið fyri EB/Streymi seinasta vikuskifti er besta vónin hjá ÍF nú, at 07 Vestur ikki flytir upp úr 1. deild. Fuglfirðingar síggja út til at verða fastlæstir á aftasta plássi, og tað er sera ósannlíkt, at ÍF fær nakað burtur úr í Gundadali í dag, har tað er toppur ímóti botni. B36 er ósigrað í 15 dystum, og vann í seinastu viku oddadystin í Runavík. Oddaliðið hevur vunnið trygt á ÍF tvær ferðir í ár.
KÍ vitjar á Argjum seint seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ hevði eitt frálíkt kvøld í Runavík mikukvøldið, og skal nú halda fram við jagstranini eftir B36. AB hevur havt eina góða seinnu hálvu og hevur fyrr argað klaskvíkingar. Tí kann talan gerast um ein spenanndi dyst á Argjum, har KÍ er undir trýsti at vinna.
Vit fylgja gongdini í dystunum á forsíðu okkara, dagføra so hvørt og taka samanum eftir dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald