Fótbóltur

Oddastríðið gjørdist tættari

Víkingur og HB vunnu tryggar útisigrar, og EB/Streymur og ÍF deildu stigini í botndystinum á Eiði.

HB heldur fast og gott smanband til ovastu líðini, og Víkingur kom nú tættari sjálvum oddasessinum (Mynd: Sverri Egholm)

HB heldur fast og gott smanband til ovastu líðini, og Víkingur kom nú tættari sjálvum oddasessinum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-23 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Orsaka av úrslitunum í gjár bendi tað á, at stríðið um ovastu plássini fór at gerast harðari eftir umfari. Hetta er eisini veruleikin eftir 14. umfar, tí HB og Víkingur greiddu sína skyldu í dag. Harvið eru trý lið ovast við 32 stigum, B36 er beint í hølunum, og grannarnir hjá teimum og føroyameistararnir eru nú bert fimm stig frá ovastu plássunum.

AB hekk í Víkingi, eftir at útiliðið hevði skorað tíðliga. Men til endans vísti liðið hjá Sámal Erik Hentze rutinu og kynismu og Vatnhamar-brøðurnir staðfestu sigurin. Úrslitið á Argjum hevur við sær, at Víkingur nú er saman við KÍ og NSÍ á 32 stigum og hevur gultan møguleika at leggja seg á odda komandi vikuskifti. Argjamenn eru nú einsamallir á aftasta plássi.

[object Object]
(Sølvi Vatnhamar var við við í øllum málinum hjá Víkingi á Argjum, og Adrian Justinussen skoraði enn eitt frísparksmál, tá HB vann trygt á Skála - Mynd: Jens Kr. Vang)

Hóast Skála hevði góðar royndir og støður í 1. hálvleiki, so var HB bara betri, og skoraði trý frálík mál fyri steðginum. Tvey tey fyrstu vórðu væl sparkaði inn við brotsteigarmarkið og 3-0 málið stutt fyri hálvleik, sum í roynd og veru avgjørdi dystin, var væl gjøgnumspælt. Føroyameistararnir hava funnið seg sjálvar, og Skála klárar ikki heilt at spæla upp ímóti ovaru liðunum í løtuni - hetta var sjeyndi ósigurin á rað hjá teimum appelsinlittu

Í Hólmanum tóktust bæði liðini varin, og av tí sama kom einki mál. Møguleikarnir vóru fáir, hóast ÍF kanska lá nakað meira framvið. Bæði fuglfirðingar og EB/Streymur tóktust rímiliga væl nøgdir við úrslitið, ið hevur við sær at ÍF kemur av aftasta plássi, og at aftastu liðini ikki koma tættari uppá EB/Streym. 

Betrideildin 14 umfar:

AB - Víkingur 0-3 (0-1)
9' Filip Djordjevic 0-1
73' Gunnar Vatnhamar 0-2
79' Sølvi Vatnhamar 0-3

EB/Streymur - ÍF 0-0

Skála - HB 0-3 (0-3)
3' Símun Samuelsen 0-1
25' Adrian Rúnasson Justinussen 0-2
41' Dan í Soylu 0-3

Í gjár:
B36 - NSÍ 1-1 (1-0)
21' Michal Przybylski 1-0
92' Jóhan Troest Davidsen 1-1

TB - KÍ 1-0 (0-0)
73' Teitur J. Olsen 1-0

Støðan í Betrideildini: 
1. NSÍ (32 stig) 
2. KÍ (32 stig) 
3. Víkingur (32 stig)
4. B36 (31 stig) 
5. HB (27 stig) 
6. Skála (15 stig) 
7. TB (15 stig) 
8. EB/Streymur (8 stig)
9. ÍF (5 stig) 
10. AB (4 stig)


* Komandi umfar: 

15 28.06.19   EB/Streymur SKÁLA -
15 28.06.19 18:30 HB AB -
15 29.06.19   Víkingur TB -

(FSF)

Hetta er seinasta umfar undan summarsteðginum - Dystirnir hjá KÍ og B36 (ímóti ávíkavist B36 og ÍF) eru fluttir orsakað av luttøkuni hjá KÍ og NSÍ í Europa League komandi vikuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder