Fótbóltur

Oddbjørn Joensen verður at síggja í B36

Royndi venjarin sjal standa á odda fyri U17 dreingjunum.

Heini Poulsen Hellisdal, formaður í ungdómsnevndini hjá B36, og Oddbjørn Joensen (Mynd: B36.fo)

Heini Poulsen Hellisdal, formaður í ungdómsnevndini hjá B36, og Oddbjørn Joensen (Mynd: B36.fo)

2018-11-07 12:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Oddbjørn Joensen, sum hevur eina rúgvu av royndum úr føroyskum fótbólti, skal nú standa á odda fyri U17 dreingirnar hjá B36. Tað boðar havnarfelagið frá í dag.

Oddbjørn hevur verið venjari í nógv ár. Fyrsta venjarastarvið var við LÍF í 1993 og síðani tá hevur Oddbjørn staðið á odda fyri HB, AB, KÍ, TB og seinast hjá ÍF í 2017.

Nú eru tað so dreingirnir hjá B36, sum fáa ágóðan av øllum royndunum hjá Oddbjørn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder