placeholder
Fótbóltur

Oddbjørn skal venja FC Hoyvík

Klaksvíkingurin skal standa á odda fyri FC Hoyvík næstu tvey árini..

Oddbjørn Joensen skal standa á odda fyri FC Hoyvík næstu tvey árini. (Mynd: FC Hoyvík)

Oddbjørn Joensen skal standa á odda fyri FC Hoyvík næstu tvey árini. (Mynd: FC Hoyvík)

2019-11-24 16:54 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

FC Hoyvík boðar frá at felagið hevur sett nýggjan venjara. Talan er um Oddbjørn Joensen, ið hevur drúgvar royndir sum venjari, har hann millum annað vann FM við HB í 2013.

Oddbjørn hevur fyrr staðið á odda fyri LÍF, HB, AB, KÍ, TB og ÍF.

Sáttmálin við Oddbjørn Joensen er galdandi fyri næstu tvey kappingarárini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder