Fótbóltur

Oddurin kann síggja øðrvísi út í kvøld

Lykladystur verður í Runavík klokkan 17.15, har HB vitjar. Afturvendanin hjá Michael Schjønberg í 07 Vestur skal helst hava stig við sær fyri botnliðið.

Sammy Skytte syrgdi seint í dystinum móti KÍ í seinasta umfari fyri, at teir í bláum ikki longur hava fult stigatal. Í kvøld kann HB møguliga hjálpa KÍ nakað (Mynd: Sverri Egholm)

Sammy Skytte syrgdi seint í dystinum móti KÍ í seinasta umfari fyri, at teir í bláum ikki longur hava fult stigatal. Í kvøld kann HB møguliga hjálpa KÍ nakað (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-25 11:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 11. umfari í fremstu mansdeildini verða spældir í dag.

Tann fyrsti í umfarinum var í gjár, leygardagin, tá B36 og EB/Streymur spældu í Gundadali. Hóast heimaliðið fekk ein mann útvístan eftir hálvan tíma, og EB/Streymur fekk tvey brotsspørk, so endaði dysturin málleysur.

Tað var helst í øllum førum nøkur mál í dag. KÍ skal við Stóra koma aftur á sigurskós í landskappingini eftir javnleikin móti HB fyri níggju døgum síðani.

HB hevur í tveimum dystum við nýggja føroyska vennjaratoyminum fýra stig - hetta móti Víkingi (á útivølli) og KÍ. Tíðliga í kvøld skulu André Olsen og hansara menn royna seg i Runavík móti NSÍ, sum hongur í KÍ. Um HB sigrar, so kann liðið veruliga hyggja uppeftir. Lagt er upp til ein spennandi dysti við Løkin, har spurningurin í stóran un er, um HB fær støðga álopsmaskinuni hjá NSÍ.

Sí eisini: Andre Olsen í HB restina av árinum

Víkingur kann við sigri á FC Suðuroy koma undir liðuna á, ella yvirhála, B36 í stríðnum um 4. plássi.

07 Vestur fekk seinast hol á og vann 5-0 á TB. Tá var Sigtór Petersen fyribils venjari - nú er Michael Schjønberg við róðrið í Vágum. Danin sat í síðstu viku leikbannið yvir, sum hann fekk í sínum seinasta dysti í fyrra tíðarskeiðnum í Føroyum. Hetta var seinasta reyða kortið, sum Petur Reinert gav. Nú snýr tað seg um B68, sum kemur til Sørvágs við høgum sjálvsáliti: Liðið hjá Jákupi á Borg vann á B36 seinast.

Betrideildin 11. umfar
Í dag, sunnudagin 25. mai
14.45: TB - KÍ

15.00: Víkingur - FC Suðuroy
15.00: 07 Vestur - B68

17.15: NSÍ - HB

Í gjár, leygardagin 24. mai
B36 - EB/Streymur 0-0

Reytt kort: Hannes Agnarsson (30')

Sí eisini: Boubacar Dabo brendi tvey brotsspørk móti EB/Streymi

Støðan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder