2019-01-23 14:01
Miðverjin á føroyska landsliðinum, Odmar Færø, skiftir til HamKam, sum spælir í aðru deild í Noreg.
HamKam hevur júst boða frá á heimasíðuni, at felagið hevur gjørt sáttmála við Odmar Færø.
Um Odmar skrivar HamKam, at hann er 29 ára gamal, kemur frá toppfelagnum B36 Tórshavn, og hevur spælt 24 landsdystir. Eisini skrivar felagið, at royndi miðverjin seinastu árini var liðskipari hjá B36, sum hevur spælt fleiri undankappingardystir í Europa League seinastu árini.
Ítróttarstjórin í HamKam sigur, at er ein klassiskur miðverji, og ein ordiligur stríðsmaður.
Odmar hevur gjørt eitt ára sáttmála við HamKam, sum spælir í næst bestu norsku deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald