Fótbóltur

Odmar fyri Heina - Jóannes fyri Patrick

Tvær heldur óvæntaðar broytingar í byrjanaruppstillini hjá KÍ í Budapest. Dysturin, sum byrjar klokkan 17, kann stroymast á solidsport.com.

Patrick Da Silva - her við bóltinum í fyrra dystinum - byrjar ikki inni í Budapest (Mynd: Sverri Egholm)

Patrick Da Silva - her við bóltinum í fyrra dystinum - byrjar ikki inni í Budapest (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-19 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Budapest. Tað ljóðið markar helst eisini byrjanina til eina álopsódn móti KÍ-málinum. Risafavorittarnir Ferncváros skulu vísa, at teir eru betri enn dysturin í Klaksvík í síðstu viku vísti.

Suverena oddaliðið í Betrideildini skal royna at standa ímóti og so eisini stoyta aftur, sum tað eydnaðist so væl í málleysa javnleikinum í fyrra dystinum. 

Nú er endaliga greitt, hvussu KÍ stillar upp til uppgávuna. Magne Hoseth og toymi hava valt somu leikskipan, ið liðið hevur brúkt seinastu dystirnar: 5-2-3/3-4-3. Tvær broytingar eru gjørdar, í mun til manning

KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Deni Palvovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi

Champions League 1. umfar, Seinni dystirnir 
Mikudagin 19. juli, Budapest 
17.00: Ferencvárosi - KÍ (0-0) 

Stroyming: solidsport.com

At Odmar Færø og Jóannes Kalsø Danielsen eru við frá byrjan í dag er ikki so óvæntað. Odmar hevði leikbann til fyrra dystin, og Jóannes var darvaður av sjúku - hann spældi tó størta partin av seinna hálvleiki. Teir spæla so at siga allar minuttirnar fyri KÍ, tá teir eru tøkir. Tað at Jóannes kemur inn á liðið ger, at René Shaki Joensen hesaferð verður vinstri vongbakkur.

Heini Vatnsdal og Patrick Da Silva eru á bonkinum og er hetta heldur óvæntað, tí báðir verjuspælarnir spældu ógvuliga væl í fyrra dystinum og hava eyðsýndar dygdir til slíkar dystir. Tað hevur helst nakað at gera við smáar skaðatrupulleikar, ið teir eru darvaðir av og at síggja dystin yvir 90 minuttir.

Páll Andrasson Klettskarð er hesaferð á bonkinum men spælir neyvan. Væntast kann tó, at Mads Boe Mikkelsen kann fáa størri leiklut, og at Hallur Hansson fær sínar fyrstu minuttir í KÍ-blusuni er ikki so ósannlíkt.

[object Object]

[object Object]
Myndir: UEFA

Sí eisini:
 KÍ skal gera nakað óvanligt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder