Tað er eingin ivi um, at uppgávan sum føroyameistararnir skulu royna at loysa í Budapest í dag er kempistórt:
Mótstøðuliðið er nærum einaráðandi í Ungarn, hevur verið í evropeiskum bólkaspæli fýra ár á rað, hevur eitt stórt virði, fær umleið 20.000 áskoðarar til dystin, hitin liggur um tey 30 stigini, vøllurin er til fyrimuns fyri heimaliðið o.s.fr
Les eisini: Helst umleið 20.000 áskoðarar í hitanum í Budapest
KÍ hevur heldur ongantíð áður sligið so sterkt lið út. Fimm ferðir hevur felagið úr Klaksvík spælt seg víðari í Evropa. Á yvirlitinum niðanfyr sæst, at her er á pappírinum talan um eitt heilt annað stig. Dinamo Tbilisi er greitt tað søguligt sterkast, sum KÍ hevur sligið út. Tá var talan um flott avrik og stórsigur á Tórsvølli - bert ein dystur varð spældur í hvørjum umfari í 2020.
Tað sæst eisini, at felagið úr Klaksvík einaferð hevur roynt tað at vunnið seg víðari, tá seinni dysturin var á útivølli. Hetta var í 2019 eftir stórsigur á heimavølli móti Tre Fiori úr San Marino í fyrra dystinum. Í 2017 megnaði KÍ, eins og í ár, at fáa málleysan javnleik í fyrra dystinum á heimavølli, men tatpi síðani stórt á útivølli. Tá var mótstøðuliðið svenska AIK Stokkholm.
Tær fimm ferðirnar KÍ hevur spælt seg víðari í Evropa:
Birkirkara (Malta) - undanumfar, 1-1 og 2-1
2019, Europa League:
Tre Fiori (San Marino) - undanumfar, 5-1 og 4-0 *
Riterai (Latvia) - fyrsta umfar, 1-1, 0-0 **
2020, Europa League:
Dinamo Tbilisi (Georgia) - Triðja umfar, 6-1 ***
2022, Conference League:
Sutjeska (Montenegro) - Annað umfar, 0-0, 1-0
* Heimadystur fyrst
** Víðari við reglini um útivallarmál
*** Bert ein dystur orsakað av koronustøðuni - spældur á Tórsvølli
Sum Norðlýsið vísti á í gjár, hevur KÍ tvær fær áður spælt evropeiskan dyst í ungarska høvuðsstaðnum. Í báðum førum móti Úpejst. Fyrri ferð var einki at gera: KÍ tapti 6-0, men tað endaði tó 3-2 í seinna dystinum á Svangaskarði: Áleypararnir Olgar Danielsen og Kurt Mørkøre skoraðu fyri KÍ. Í 2022 skoraði Alla Mørkøre bæði málini hjá KÍ á Svangaskarði, og í Ungarn var nær við: Tað endaði 1-0 til Úpejst.
KÍ-hópurin hevur verið í Budapest síðani mánadagin, og áðrenn tað var venjingarlega á skránni í Danmark. Sambært høvuðsvenjarunum var hetta týdningarmikið, og er liðið væl fyri og til reiðar til stóru uppgávuna. Magne Hoseth hevur avdúkað fyri heimasíðu felagsins, at tað vera broytingar í byrjanaruppstillingini, í mun til 0-0 dystin í Klaksvík. Odmar Færø er tøkur aftur eftir leikbann, og helst koma hann og aðrir inn. Dysturin kann stroymast - sí leinkju niðanfyri.
Champions League 1. umfar, Seinni dystirnir
Mikudagin 19. juli, Budapest
17.00: Ferencvárosi - KÍ (0-0)
Stroyming: ki.fo/solidsport.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald