Fyri løtu síðani vandi KÍ á Groupama Arena í Budapest. Leikvøllurin hevur navn eftir einum stórum fronskum tryggingarfelagi, og hann er eisini stórur. Umleið 22.000 fólk kunnu vera til UEFA-dystir á næststørsta fótbóltsleikvøllinum í Ungarn.
Tað er har, at føroyameistararnir skulu royna at skaka ungarsku meistararnar og fótbóltsevropa í morgin. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at tað eydnast. Ferencvárosi hevur seinastu árini sitið á ungarskum fótbólti og verið í evropeiskum bólkaspæli trý ár á rað (Europa League tvær ferðir og Champions League einaferð) Liðið er eisini væl betri á heimavølli enn á útivølli, og í Ungarn er tankagongdin, at Ferencvárosi nokk skal útføra arbeiði í annaðkvøld.
Stuðulin til heimaliðið sær út til at vera heit góður. Sunnudagin vóru 17.000 atgongumerki seld - nakað sum bolt.fo eisini hevur skrivað - og sambært ungarskum miðlum verður tað upp ímóti útselt. Tað er eisini heilt øðrvísi at vera til ein fótbóltsdyst í Ungarn enn í Føroyum, og har kemur eitt trýst uttanfrá á KÍ eisini. Um tað tó eydnast hjá útiliðnum at standa ímóti leingi, kann tað hinvegin koma størri trýst á útiliðið.
KÍ skal stríðast ímóti á ymsan hátt - undir truplum fyritreytum (Mynd: Sverri Egholm)
Tað stendur til at vera 29 hitastig í Budapest, tá bríkslað verður í gongd klokkan 18 lokala tíð í morgin, og hitin fer ikki nógv niður undir dystinum. Um luftin er slavin, kann tað eisini spæla inn hjá teimum, sum eru meira vanir við kaldari veðurlag.
Sjálvur vøllurin er væl størri - longri og breiðari - enn tann við Djúpumýrar. Hetta kann ávirka dystarmyndina og møguleikarnar hjá KÍ nakað. Spælt verður á grasi, og talan er um ein góðan grasvøll. Tó var graslíki í Klaksvík ein fyrimunur fyri KÍ.
Samanumtikið er tað nógv, ið talar ímóti, at føroyameistararnir hava ein realistiskan møguleika at koma víðari, tá lítið er eftir av uppgerðini. Tó gevur dysturin í Føroyum og royndirnar hjá KÍ eina vón. Vinnarin í Budapest í morgin fer víðari til 2. umfar í Champions League - taptin fer yvir í 2. umfar í Conference League.
Champions League 1. umfar, Seinni dystirnir
Mikudagin 19. juli, Budapest
17.00: Ferencvárosi - KÍ (0-0)
Stroyming: ki.fo
Les eisini: Hoseth: - Tað vera broytingar í byrjanaruppstillingini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald