Fótbóltur

Hoseth: - Tað vera broytingar í byrjanaruppstillingini

KÍ-hópurin hevur havt venjingarlegu í Danmark áðrenn fráferð til Ungarn, og hetta var týdningarmikið, sigur venjarin. Champions League-dysturin í morgin verður stroymdur.

Magne Hoseth undir sínum fyrsta evropeiska dysti sum høvuðsvenjara. Hesu uppgávuni kom norðmaðurin væl frá - nú bíðar ein størri uppgávu á útivølli (Mynd: Sverri Egholm)

Magne Hoseth undir sínum fyrsta evropeiska dysti sum høvuðsvenjara. Hesu uppgávuni kom norðmaðurin væl frá - nú bíðar ein størri uppgávu á útivølli (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-18 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einari viku síðani spældi KÍ ein frálíkan evropeiskan dyst á heimavølli móti ungarska stórfelagnum Ferencváros. Tað endaði málleyst millum føroysku og ungarsku meistararnar, og útfrá málmøguleikum og dystarmynd var tað KÍ, ið burdi vunnið, um ein vinnari skuldi verið funnin. 

Ferencváros er tó framvegis stórfavorittur og kann avgera alt við sigri frammanfyri umleið 20.000 áskoðarum. Hóast Magne Hoseth staðfestir, at tað verður ógvuliga trupult móti liðnum, ið hevur verið í evropeiskum bólkaspølum fleiri ár á rað, so hevur norski høvuðsvenjarin hjá KÍ góðar vónir. Hann væntar, at sítt lið aftur fær skapt stórar møguleikari móti Ferencváros:

-  Tað er einki at ivast í, at vit eru ímóti einum góðum mótstøðuliði og koma at vera undir trýsti í stórum partum av dystinum - men kenslan er góð, og eg havi fult álit á at leikarnir fara at gera sítt allarbesta. 

- Dysturin í síðstu viku er farin, vit hyggja frameftir ímóti stóru avbjóðingini á Groupama Arena í morgin, har vit meta at vit kunnu gott skapa kjansir eins og í seinasta dysti - men vit mugu taka av. Umstøðurnar eru góðar, leikvøllurin er framúr við góðum umstøðum, so leikarnir eru spentir uppá dystin, sigur Magne Hoseth við ki.fo.

Sí samrøðu við Magna Hoseth eftir 0-0 dystin í Klaksvík: - Errin av avrikinum hjá dreingjunum

Dagin eftir dystin við Djúpumýrar gekk leiðin hjá KÍ-hópinum til Danmarkar. Venjingarlega var á skránni í Herning-økinum frá mikudegnum til og við sunnudagin. Hesar dagarnar fekk KÍ brúkt væl, staðfestir vernjarin.

- Tað var týdningarmikið fyri okkum, at vit kundu fáa nakrar dagar í Danmark undan hendan dystin. Vit fingu vant á grasið, brúka tíð uppá at tulka mótstøðuliðið og eisini hvíla og eta rætt. 

[object Object]
Magne Hoseth til venjing í Danmark

Í gjáramorgunin gekk leiðin til Budapest, har liðið vandi í gjár. Í dag er venjing á stóra Groupama leikvøllinum. Fyrireikingarnar eru farnar inn í seinastu fasuna, og Magne Hoseth staðfestir á heimasíðu felagsins, at okkurt nýtt verður á KÍ-liðnum.

- Tað koma at vera broytingar í mun til fyrra dystin; liðið kemur ikki at síggja eins út sum til heimadystin.

Odmar Færø er tøkur aftur eftir leikbann. Jóannes Kalsø Danielsen, ið var nær við at avgera fyrra dystin, var nógv darvaður av sjúku í síðstu viku og var innskiftari. Hann er frískur aftur. Málverjin Markus Petterson, Hallur Hansson og Mads Boe Mikkelsen hava eisini fingið eina viku av venjing afturat í beinini - síðstnevndi kom inn í Klaksvík. Páll Andrasson Klettskarð er eisini meira og meira á vøllinum nú. Ivasamt er tó, um áleyparin kann spæla nakran leiklut hendan dystin.

Seinna dysturin í 1. umfari í Champions League millum KÍ og Ferencváros  verður klokkan 17:00 í morgin. Møguligt verður at stroyma dystin gjøgnum KÍ heimasíðuna, upplýsir Klaksvíkar Ítróttafelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder