Leygardagin eru tað júst tvey ár síðani, at KÍ tapti ein kappingardyst á heimavølli. Tað var í Conference League móti RFS úr Lettlandi, sum vann 3-2 eftir 90 minuttir við Djúpumýrar og spældi seg víðari í Conference League eftir longda leiktíð. Í fjør vann KÍ allar tríggjar evropeisku dystirnar - tað var nóg mikið til at koma víðari eina ferð.
Um javnleikurin móti Ferencvárosi í gjárkvøldið er eitt nóg gott grundarlag til at koma víðari til 2. umfar í Champions League, vita vit um eina viku. Mest sannlíkt er tað ikki tað. Á stóra leikvøllinum í Budapest er talan um grasundirlag, sjálvur vøllurin er longri og breiðari enn tann við Djúpumýrar, tað verður væl heitari og meira kvalið og fleiri túsind larmandi heimáskoðarar fara at leggja trýst á.
Alt hetta er til fyrmuns fyri Ferencvárosi; liðið sum hevur vunnið meistaraheitið í Ungarn seinastu fimm árini, sum kom víðari úr Europa League-bólkaspælinum í fjør, sum hevur stórt russiskt venjaranavn og nógvar dýrar yrkisspælarar. Fyriuttan fyrstu tíggju minuttirnar, tá útiliðið burdi og skuldi lagt seg á odda, tyktiskt KÍ hava gott tamarhald á dystinum.
Heimaliðið fekk leikferðina at hóska til sín, og KÍ fekk nógvar deyðbóltar, sum góvu ungarsku meistarunum stórar trupulleikar. Árni Frederiksberg stóð fyri hornaspørkum og longum innkøstum, ið gjørdust vandamikil. Serliga Vegard Forren var nær við. Royndi norski miðverjin spældi sín greitt besta dyst fyri Kí og var sannførandi, eins og sterki Heini Vatnsdal mitt fyri og ungi klaksvíkingurin Børge Petersen sum høgri miðverjin.
Forren hevði ein stútara á tvørtræðið, og landsliðsmálverjin hjá Ungarn var eina aðru ferð noyddur strekkja seg í hvørjar lykkju fyri at vippa bóltin uppum. Báðir møguleikarnir vóru í fyrra hálvleiki, tá vælleikandi Deni Pavlovic eisini gjørdist fríur eftir hornaspark men ikki fekk stýrt bóltinum í málið, og fremsti maðurin í gjár, Luc Kassi skeyt uppum.
Børge Petersen hevur ikki spælt serliga nógv í ár men hevur tikið av møguleikanum seinastu dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)
Deni Pavlovic spældi ein frálíkan dyst á miðvøllinum. Serbin vann nógvar nærdystir, men noyddist út við snuddi stutt inn í seinna hálvleiki - her var hann nær við at leggja KÍ á odda (Mynd: Sverri Egholm)
Tann allarstørsta møguleikan í dystinum fekk KÍ nakrar fáar minuttir fyri leiklok. Útiliðið hevði annars fingið lagt eitt ávist trýst og var komið til nakrar støður, men teir nakað troyttu í bláum stóðu ímóti, og so spældu lívligi Patrick Da Silva og stinni liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen væl saman í vinstru. Vongbakkurin fekk pláss og legði útfrá til hin vongbakkin, innskifta Jóannes Kalsø Danielsen ið er plágaður av sjúku. Staddur miðskeiðis í brotsteignum smekkaði hann til, men bólturin rakti ein verjuspælara á vangan. Hann stóð mitt fyri málið í málteiginum, so KÍ hevði allarhelst vunnið 1-0, um vangin ikki var fyri.
Júst hesa blandaðu kensluna av at vera errin yvir avrikið og irða seg um, at man ikki fekk mál uppá minst av stóru møguleikunum, stóðu teir í KÍ-leguni við. Hetta kom eisini til sjóndar í viðtalunum, sum Portalurin hevði við umboð eftir dystin - sí leinkjur niðast.
Tað er helst eingin loyna, at tað verður ein ógvuliga trupul uppgáva at loysa í Budapest hóskvøldið. KÍ skal taka tær góðu taktirnar, sterka avrikið og góðu skipanina við til tær heilt øðrvísi umstøðurnar, har Ferencváros verður risafavorittur. Ferðin hjá føroyameistarunum byrjar longu fyrrpartin: Teir fara á venjingarlegu í Vildbjerg (DK) í nakrar dagar, áðrenn leiðin gongur til Ungarn.
Magne Hoseth fekk eina heil nýggja uppgávu og uppliving sum høvuðsvenjari í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Teir yvir 1.000 áskoðararnir gjørdu vart við seg og kunnu vera nøgdir við tað mesta hjá heimaliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Blandaðar kenslur hjá teimum í bláum, ið hava ógvuliga stóra uppgávu fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)
Champions League 1. umfar, fyrri dysturin
Við Djúpumýrar, í gjár - týskvøldið 11.07
KÍ - Ferncvárosi 0-0
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - René Shaki Joensen, Børge Petersen, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Partick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Palvovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi
Hesir komu inn: Jóannes Kalsø Danielsen, Mads Boe Mikkelsen, Sivert Gussiås
Áskoðaratal: 1.119
Sí eisini:
Meistarligt avrik hjá KÍ
Myndir: KÍ- Ferencvárosi
Samrøður:
Árni Frederiksberg: - Skapa møguleikarnir og støðurnar til at vinna dystin í dag
Børge Petersen: - Man klárar alt um man vil
Magne Hoseth: Errin av avrikinum hjá dreingjunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald