Evropeiska summarið hjá føroysku liðunum byrjaði við einum braki. Ikki tí; tað endaði málleyst við Djúpumýar, men KÍ spældi ein framúr evropeiskan dyst: Man helt mótstøðuliðnum, ið er fult av dýrum yrkisleikarum og sum hevði bóltin væl meira, frá tí allarmesta og skapti eisini stórar málmøguleikar.
Heilt móti endnaum var Jóannes Kalsø Danielsen heilt nær, men skotið rakti gronina á verjuspælara inni í málteignum. Í fyrra hálvleiki vóru eisini fleiri deyðbóltsstøður, sum kundi givið mál.
Les meira um fyrra hálvleik her
KÍ fer niður til Ungarn við fínum útgangsstøði, men eitt risastórt arbeiði er eftir at gera.
Meira seinni
Champions League 1. umfar, fyrri dysturin
Við Djúpumýrar, týskvøldið 11.07
KÍ - Ferncvárosi 0-0
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - René Shaki Joensen, Børge Petersen, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Partick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Palvovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi
Hesir komu inn: Jóannes Kalsø Danielsen, Mads Boe Mikkelsen, Sivert Gussiås
Áskoðaratal: 1.119
Fótbóltur
Meistarligt avrik hjá KÍ
Føroyameistararnir hildu nullið móti ungarsku meistarunum og vóru nær við at avgera dystin við Djúpumýrar. Tað verður tó framvegis ógvuliga torført at koma víðari.
KÍ stríddist sera væl móti Ferncvárosi (Mynd: Sverri Egholm)
2023-07-11 21:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald