Fótbóltur

Ógvuliga tung mótbrekka hjá AB

Hørður Askham og hinir komu í ódnarveður í seinna hálvleiki í Farum, har heimaliðið skoraði tríggjar ferðir. Harvið er steypadreymurin so at siga liðugur.

Hørður Askham hevði ikki bóltin nógv móti FC Nordsjælland í kvøld, men hann hevði nógvar harðar verjustøður móti Superliga-felagnum (Mynd: AB)

Hørður Askham hevði ikki bóltin nógv móti FC Nordsjælland í kvøld, men hann hevði nógvar harðar verjustøður móti Superliga-felagnum (Mynd: AB)

2023-12-06 21:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Akademisk Boldklub og FC Nordsjælland spældu í kvøld fyrru fjórðingsfinaluna í Farum. Báðir steypadystirnir millum liðið úr triðbestu deildini og Superliga-felagið verða spældir har vegna frost í Gladsaxe.

Heimaliðið hevði sum væntað stóra leikliga yvirvág fyri steðgin men uttan at skapa nógvar stórar møguleikar. Hørður Askham, sum var høgri miðverji, og hinir vardu væl fyri. Hørður bjargaði á strikuni einaferð, so at tað ikki gjørdist 1-0.

Í øðrum hálvleiki skrúvaði FC Nordsjælland upp. Næstan beint eftir steðgin sló 18-ára gamli Conrad Harder til, og næstu longu løtuna tyktiskt tað bert vera ein spurningur um tíð, til FCN fór at økja.

Tað gjørdi heimaliðið hjá tjúgu minuttir vóru eftir. Síðumaðurin hjá Hørdi tapti sín luftnærdyst, og so varð 2-0.

Næstu løtuna hevði AB tveir góðar møguleikar at minka um munin, men tað var ikki óuppiborið at tað endaði 3-0. Tá fimm minuttir vóru eftir, kom Harder frammum Hørð. Málverjin burdi bjargað stútaranum, men nú er mótbrekkan heilt tung undan seinna dystinum, ið verður leygardagin.

Annars stóð føroyski landsliðsmiðverjin seg væl undir stórum trýsti og kom fyri nógv: Millum annað stóð 29-ára gamli havnarmaðurin væl fyri í málteignum tvær ferðir seinastu løtuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder