Annað

Ógvuliga spennandi fjórðingsfinalur á skránni í kvøld

Tveir dystir í Divisional Round eru á skránni, og alt er uppá spæl.

Andrew Luck skal royna at føra Indinapolis Colts til sigurs í Kansas í kvøld
(Mynd: EPA)

Andrew Luck skal royna at føra Indinapolis Colts til sigurs í Kansas í kvøld (Mynd: EPA)

2019-01-12 17:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta lið eru nú eftir í stríðnum um at koma til Super Bowl. Seinasta vikuskifti spældu Colts, Cowboys, Chargers og Eagles seg víðari til Divisional Round - fjórðingsfinalurnar. Nú skulu hesi liðini upp ímóti teimum hægst seedaðu eftir grundspælið; tey fýra liðini sótu yvir seinasta vikuskifti.

Ein dystur verður seint í kvøld og ein í nátt føroyska tíð. Tann fyrri er í Kansas, har Indianapolis Colts eru í vitjan. Colts vóru støðugt í Playoffs í 00'unum við Peyton Manning sum quarterback. Andrew Luck leiðir nú álopið, og Colts hava vunnið tíggju útav teimum seinastu ellivu dystunum. Harímillum dystin í Houston fyri einari viku síðani.

Playoff-søgan sigur, at tað verður trupult hjá Chiefs. Liðið hevur ikki vunnið á heimavølli í endaspælinum síðani 1993, hóast manningin ofta hevur verið sera sterk, og tað hevur gingið sum eftir ánni í grundspælinum. Seinastu fimm dystirnir millum Chiefs og Colts í endaspælinum eru endaðir við sigri til Colts. Tann seinasti var í Indinapolis í 2014, tá Colts var aftanfyri 28 stigum. Hetta er næststørsta comeback í NFL Playoffs nakrantíð.

Chiefs hava vunnið 12 útav 16 dystum í ár, og Patrick Mahomes hevur verið millum teir allarbestu í deildini. Í sín fyrsta árið sum fyrstavalg sum quarterback hevur ungi maðurin kastað 50 touchdowns - nakað ið bert Manning og Tom Brady hava gjørt áður. Hóast gongdin seinastu vikurnar í grundspælinum ikki var frálík, og Colts eru í einum sera góðum stima, so eru Chiefs favorittar á heimavølli í kvøld. Lagt er tó upp spennandi dyst við nógvum stigum.    

Í nátt er tað í Los Angeles, at brak er. Cowboys eru í býnum, og tað verður eitt ofta-flótandi álop hjá Rams móti einari atletiskari og sterkari verju hjá útiliðnum, ein sera góð álopslinja hjá Cowboys móti einari krútsterkari linju hjá verjuni við Aaron Donald á odda. Todd Gurley og Ezekiel Elliot, ið eru runningbacks hjá hvør sínum liðið, eru millum teir bestu í NFL. 

Rams eru í einari menning at gerast eitt støðugt toppfelag, og hóast tað hevur tungt hjá felagnum eftir flytingina frá St. Louis frá Los Angeles, so er ungi venjarin Sean McVay nú í gongd at skapa nakað stórt. Eitt umráðandi stig er at vinna í kvøld - í fjør vórðu Rams slignir út av endaspælinum í fyrsta umfarið á heimavølli. Cowboys vunnu tætta dystin móti Seahawks í seinastu viku, og nú hava Prescott og hinir vónir um at halda fram til hálvfinalurnar. Ein javnur dystur er í væntu, har Rams hevur favorittleiklutin. 

Divisional Round

Kl. 21.35 Kansas City Chiefs - Indinapolis Colts 
Kl. 01.15 Los Angeles Rams  - Dallas Cowboys

Báðir dystirnir kunnu síggjast á TV3 + og Viaplay

Í morgin spæla Patriots og Chargers, og Saints taka ímóti Eagles.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder