
Tað er ikki minni spennandi í EM-bólkinum hjá Føroyum, enn tá 3. umfari fór í gongd. Eftir at øll hava spælt móti øllum einaferð er greitt, at einki stig er serliga tryg - tveir av seks dystum eru endaðir við javnleiki, tveir eru endaði við einum máli á muni. Bert føroyski sigurin á Kosovo var greiður.
Føroyar og Niðurlond fingu eitt stig hvør við Tjarnir mikukvøldið, og tað var eisini ógvuliga tætt í Pristina í gjárkvøldið.
Har tók Kosovo ímóti Ukraina. Kosovo byrjaði undankappingina við at tapa við ellivu málum í Føroyum men hevur síðani prógvað sína styrki á heimavølli: Fyrst við javnleikinum móti Niðurlondum í 2. umfari og í gjár við sigrinum á Ukraina.
Heimaliðið var á odda 16-12 í steðginum, men tað gjørdist heilt spennandi og dramatiskt. Ukraina javnaði til 30-30, tá tríggir minuttir vóru eftir. Kosovo fekk síðani seinasta málið í dystinum og tískil tvey týðandi stig.
Føroyar vóru greitt á odda í útidystinum móti Ukraina men tað endaði við sigri til teir gulkløddu (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Tað kann møguliga vera gott fyri Føroyar - tí mann er betri innahýsis enn Kosovo - men tað kann sanniliga eisini gera støðuna í bólkinum truplari fyri føroyska liðið.
Hetta merkir, at Kosovo og Føroyar eru jøvn í stigum, nú helmingurin er spældur. Føroyar eru tó betri innanhýsis og eru sum nú er á 2. plássi, ið gevur beinleiðis atgongd til EM-endaspælið.
Tað er tó ógvuliga tætt í stríðnum, og helst verður lítið avgjørt fyrrenn sætta og seinasta umfar í mai. Fýra teir bestu trý'arnir í undankappingini koma víðari, og hetta er helst ein bólkur, har trý tey fremstu koma víðari;
Undankappingin til EM 2026 - 3. umfar av seks
Mikudagin 12. mars, Við Tjarnir
Føroyar - Niðurlond 32-32 (18-14)
Hósdagin 13. mars, Pristina
Kosovo - Ukraina 31-30 (16-12)
Støðan eftir trý umfør:
1. Niðurlond 4 stig
2. Føroyar 3 stig
--------------------
3. Kosovo 3 stig
4. Ukraina 2 stig
4. umfar, sunnudagin 16.03
14.00: Niðurlond - Føroyar
17.00: Ukraina - Kosovo
Nummar eitt og tvey í bólkinum fara víðari til EM-endaspælið í januar. Fýra teir bestu trý'arnir - teir sum vinna sær flest stig móti ovaru liðunum - sleppa víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald