Ímeðan KÍ fekk mótsstøðulið úr San Marino, ið klaksvíkingar rímiliga lætt settu uppá pláss í Gundadali í kvøld, so fekk ein av kappingarneytunum í harða oddastríðnum í Betrideildini truplasta lutakastið gjørligt til undanumfarið í Europa League. NSÍ var í kvøld í Ballymena í Norðurírlandi og eftir at tað var málleyst í hálvleikinum, endaði tað, eins og tá NSÍ var í Norður Írlandi í 2015, við 2-0 tapið til runavíkingar.
Í mun til dystirnar í heimligu kappingini í ár, har Guðjón Tórðarson og hansara toymi hava spælt við einari 4-3-3 (4-5-1) uppstilling fyri tað mesta, stillaði NSÍ við einari 3-4-3 leikskipan í kvøld. Í verjustøðu var tað sum ein 5-4-1. Per Langgaard var nýggjur maður í verjuketuni, og NSÍ byrjaði væl við at verja væl fyri og samstundis hótta. Sambært dagføringini hjá UEFA kom útiliðið tó undir nakað størri trýst, sum hálvleikurin leið, har Ballymena hevði nakrar naskar royndir.
Hol kom á stutt eftir steðgin, tá heimaliðið tvær ferðir sló til. Innan stutta løtu fór útgangsstøði hjá NSÍ frá at síggja heilt gott út til at vera ringt, og næstu løtuna reið NSÍ stormin av, áðrenn lagt var nógv fyri at fáa eitt útivallarmál. Millum annað var leikskipanina broytt til meira álopskenda. Petur Knudsen var tættast við hjá NSÍ, men tað endaði 2-0.
Teir áleið 100 føroysku áskoðarnir kundu harvið ikki fegnast um nakað mál, og nú skal NSÍ skora minst tríggjar ferðir um eina viku fyri at koma víðari, samstundis sum norðurírar allarhelst ikki skulu skora á Svangaskarði. Hetta er eikki ein ómøgulig uppgáva, men tó ógvuliga torfør. Hagtølini vísa, at Ballymena var omaná í kvøld, og hóast liðið ikki hevur spælt ein týdningarmiklan dyst í tveir mánaðir, so er talan um eitt lið, ið hevur eina ávísa góðsku, og liðið sum endaði nummar tvey í bestu deildini í Norður Írlandi er á veg víðari ímóti føroyska oddaliðnum.
Europa League undanumfar - fyrri dysturin
The Showgrounds - Ballymena 27.06
Ballymena United - NSÍ 2-0 (0-0)
49' Leroy Millar 1-0
57' Jude Winchester 2-0
NSÍ (5-4-1/3-4-3): Tórður Thomsen - Bárður J. Hansen, Per Langgaard (67' Betuel Hansen), Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze - Búi Egilsson (70' Jann J. Benjaminsen), Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen - Klæmint Andrasson Olsen (L)
Gul kort: Pól Jóhannus Justinussen og Pætur Hentze
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald